Lýsing
Lýsing
Lýsing

Formansfrágreiðingin til landsfundin 2026 hjá Miðflokkinum

SKRIVAÐ: Miðflokkurin  |  11.05.2026 - 15:56 Politikkur Tíðindaskriv

Fyrst vil eg takka tykkum øllum fyri trúfasta stuðulin til Miðflokkin. Tað er fantastiskt at síggja, at fleiri av tykkum møta aftur og aftur til landsfundirnar. Tað er eisini gott at síggja fleiri nýggj andlit!

 

Góðan morgun øll somul

Fyrst vil eg takka tykkum øllum fyri trúfasta stuðulin til Miðflokkin. Tað er fantastiskt at síggja, at fleiri av tykkum møta aftur og aftur til landsfundirnar. Tað er eisini gott at síggja fleiri nýggj andlit!

Vit eru stødd í nýggja bygninginum hjá Húsarhaldsskúlanum, sum nú kallast Rótin. Og tað var ongin annar enn okkara Jenis av Rana, sum varðaði av hesari verkætlan, sum landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum.

Jenis fekk nógvan kritikk oman yvir seg áðrenn verkætlanin varð sett ígongd. Í fjølmiðlunum varð skrivað um, at verkætlanin gekk ov seint. Talan var tó um eina fløkta verkætlan, tí ikki færri enn tríggir partar vóru íblandaðir: Landsstýrið, Bústaðir og Klaksvíkar Kommuna. Jenis vildi tí ikki seta verkætlanina í gongd fyrr enn allar ósemjur og øll ivamál vóru avklárað hóast stórt trýst frá fjølmiðlum. Hendan fyrireikingin tók sína tíð, men tá ið Jenis so endiliga trýsti á “play”, so gekk alt sum smurt harfrá. Verkætlanin helt sína játtan og hon varð eisini liðug til tíðina. Hetta er als ongin sjálvfylgja, tað vita vit øll, uttan at eg noyðist at nevna nakra aðra ítøkiliga byggiverkætlan.

Hetta er ein góð søga, sum eg haldi er verd at fortelja, nú vit eru stødd í nýggja og flotta bygninginum hjá Rótini. Miðflokkurin verður mangan skýrdur bert at tosa um etisk mál og onki annað. Men hendan ítøkiliga verkætlanin, er bert eitt av mongum dømum um, at Miðflokkurin tekur sær væl av øllum tí, sum verður litið honum upp í hendurnar. Hetta gera vit samstundis sum vit arbeiða fyri teimum grundleggjandi kristnu virðunum, sum eru tað besta fundamenti Føroyar kunnu byggja á.

Valstríðið
Vit eru júst komin ígjøgnum eitt hart valstríð – tað eru tey altíð – og úrslitið á løgtingsvalinum varð ikki tað vit høvdu vónað. Tað vóru serliga nakrar av teimum síðstu veljarakanningunum, sum gjørdu okkum spent, tí sambært teimum lógu vit til at fáa triðja løgtingssessin. Men tá ið úrslitini tikkaðu inn á valkvøldinum, so var tað sjón fyri søgn, at vit høvdu eina afturgongd sum flokkur. Tað hoyrir við til søguna, at vit hava mist onkrar av okkara profilum, men hóast hetta kunnu vit ikki vera nøgd við úrslitið. Vit mugu fyrst og fremst taka í egnan barm og finna út av, hvat vit kunnu gera betri til næsta val.

Og tó, vit varðveita tveir tingsessir og tað skulu vit als ikki taka fyri givið. Tað eru fleiri flokkar sum eru komnir inn um tinggáttina og síðani dotnir út aftur eftir stuttari tíð seinastu áratíggjuni. Miðflokkurin hevur havt sætið í Løgtinginum síðani 1994 –  í 32 ár – og Miðflokkurin er minst líka viðkomandi í dag, sum tá ið hann varð stovnaður.

Samgongan – hvør er kósin?
Valstríðið koppaði ikki okkara veg og tað gjørdu samgongusamráðingarnar heldur ikki. Matematiskt kundu okkara tingsessir verið avgerandi fyri fleiri samgongusamansetingar. Og vit báðir, Jenis og eg, vístu eisini klárt og týðiligt ein samstarvsvilja, tá ið samráðingarleiðarin, Beinir Johannesen, kallaði okkum inn til fund.

Tríggir av teimum stóru flokkunum høvdu tó, at síggja til, langt síðani avgjørt at fara eina aðra leið. Og hesir hava nú sligið saman í eina breiða ABC samgongu. Samgonguskjalið er í fleiri førum sera yvirskipað, so hendan samgongan má vísa okkum í verki hvør kósin er og hvat samgongan annars megnar at gera fyri okkara land.

Miðflokkurin kemur altíð at vera ein konstruktivur flokkur. Vit samstarva og tala gott fyri tí, sum veruliga er gott, og tala at, tá ið samgongan ella aðrir flokkar á tingi raka við síðuna av.

Tað fyrsta politiska trekkið hjá hesari samgonguni boðar tó ikki frá góðum. Tey tykjast at fara alt ov lætt um eitt politiskt átak, sum kostar landskassanum heilar 20 milliónir krónur! Talan er um mvg-frítøkuna fyri bensin og diesel í nakrar mánaðir í summar.

Er tað ætlað sum eitt sosialt átak, so eigur tað at vera snikkað soleiðis saman, at peningurin kemur teimum føroyingum til góða, sum hava størstan tørv á lættanum og ikki at lættin fer so víða, at eitt nú ferðafólk fara við stórum parti av lættanum.

Er tað hinvegin ætlað sum eitt borgarligt átak, so skuldi verið hugt at, hvussu vit kunnu minka okkara høga skattatrýst – eitt nú inntøkuskattin – heldur enn at brúka so nógvar pengar til eitt fyribilsátak. Skatturin skal vera so lágur sum gjørligt, og tí skal tað húsast væl við borgarans peningi. Tað er brúk fyri nøkrum veruligum borgarligum tøkum, soleiðis at vælferðarsamfelagið ikki syndrast.

Í andstøðu
Miðflokkurin tekur í útgangsstøðinum enn eitt valskeið í andstøðu. Sjálvandi er best at sleppa við uppá brúnna (út á Tinganes) og hava beinleiðis ávirkan á kósina, sum verður sett fyri Føroyar. Vit skulu tó als ikki fella í fátt, tí vit kunnu sanniliga eisini gera okkara ávirkan galdandi niðri á dekkinum (í andstøðu), tí tað eru nógvir kampar at taka og nógv mál at varpa ljós á.

Tað málið, sum vit raðfestu ovast á okkara valskrá, var lítla barnið í móðurlívinum. Rætturin til lív átti at verið ein sjálvsagdur rættur, men vit mugu staðfesta, at so er ikki. Bara frá 1994 – 2025 eru 1206 fosturtøkur framdar í Føroyum. Í miðal 38 fosturtøkur um árið. Hetta svarar til tveir stórir skúlaflokkar av børnum hvørt tað einasta ár. Og havandi í huga at ein sera sera víðgongd fosturtøkulóg fær gildi í summar, so kunnu hesi tølini økjast munandi. Tess lættari atgongdin er til fosturtøku, tess fleiri fosturtøkur vera framdar. Tað vitna hagtølini púra klárt um!

Hetta tingárið nærkast longu endanum. Tingbólkurin hjá Miðflokkinum konkluderaði tí, at tað einasta vit fáa gjørt fyri summarsteðgin, er at seta uppskot fram um at útseta gildiskomuna á víðgongdu fosturtøkulógini til 1. januar 2027. Hetta fyri, at nývalda Løgtingið veruliga hevur tíð at fyrireika og taka støðu til eitt alternativt uppskot, sum í størri mun tekur atlit fyri lítla barninum í móðurlívi.

Av tí at tingárið er so langt liðið, so krevjast eisini 17 undirskriftir fyri at leggja eitt lógaruppskot fram. Undir vanligum umstøðum, so hava flokkar gjarna hjálpt hvørjum øðrum við hesum, eisini tá ið flokkar ella løgtingsfólk ikki ætla sær at stemma fyri sjálva uppskotinum, sum verður lagt fram. Grundgevingin er vanliga, at mann ikki vil forða fyri einari almennari og fólkaræðisligari viðgerð av einum uppskoti inni í tingsalinum.

Vit mugu tó ásanna at hetta ikki ger seg galdandi fyri ófødda barnið. Tað var ikki møguligt at fáa 17 undirskriftir, soleiðis at vit kundu hava fólkaræðisligu viðgerðina av gildiskomuni. Hetta kemur tó ikki heilt óvart á meg, tá ið hugsað verður um upplivingarnar inni í tingsalinum og í almenna kjakinum annars. Tí ofta eru tað somu fólkini, ið rópa harðast upp um fólkaræðið og gjøgnumskygni, sum standa á odda fyri at køva talufrælsi, við at gera seg til harrar yvir, hvat er legalt at siga í orðaskiftinum.

Miðflokkurin fer tó undir øllum umstøðum at virka fyri, at eitt betri alternativ verður sett fram og vónandi eisini samtykt av Løgtinginum í komandi tingárinum.

Eitt annað etiskt mál hevur eisini stungið seg upp og tað er spurningurin um, hvørt vit skulu loyva aktivari deyðshjálp í Føroyum ella ikki. Her vil eg bara undirstrika hvørja støðu Miðflokkurin hevur í sínari stevnuskrá: “Lív menniskjans skal verjast frá gitna og til natúrligan deyða”. Tað er ikki uttan orsøk at vit halda fast um hetta grundvirðið. Øll londini rundan um okkum og í vesturheiminum annars eru endað á einari óhugnaligari glíðibreyt, tá ið tey hava gloppa hurðini fyri fríari fosturtøku og aktivari deyðshjálp. Tað sama ger seg galdandi her hjá okkum, um vit ikki halda fast við tí røttu menniskjafatanini. Og vit mugu staðfesta, at menniskjavirðið er minkað nógv í Føroyum seinastu árini, men hetta er ein uppaftur størri orsøk til at føra góðan Miðflokspolitikk.

Miðflokkurin raðfesti “Føroyskt fram um fremmant” høgt í sínari valskrá. Tað er alneyðugt, at talið av útlendingum verður avmarkað í Føroyum, tí okkara lítla samfelag er sera viðbrekið. Og hyggja vit til grannalondini, so er tað sjón fyri søgn at integratiónin er misseydnað. Serliga hjá grannalondunum ið hava tikið ov nógvar útlendingar inn, sum ikki virða teirra frælsi og mentan.

Langsiktaða fokusið á samanhangsmegina í Føroyum má koma fram um stuttsiktaða fokusið á búskaparvøkstur. Missa vit samanhangsmegina, so missa vit alt slag av vøkstri longri frammi í tíðini. Vit skulu tó taka okkum sera væl av teimum útlendingum, ið longu eru her í Føroyum.

Hetta valskeiðið fara vit eisini at varpa ljós á eina røð av øðrum góðum málum:

·       at familjan í størri mun sleppur at skipa sín egna gerandisdag

·       bøta um stóra bústaðartrotið, sum vit hava í Føroyum

·       vísa á ein orkupolitikk, har menniskjað kemur fram um náttúruna (CO2 útlat)

·       at vinnan, sum er lokomotivið í okkara vælferðarsamfelagi, fær góðar karmar og minni skrivstovuveldi at virka undir

·       einum skilagóðum fíggjarpolitikki, har inntøkur og útreiðslur javnviga betri

·       at tað sum er ólógligt í fysiska heiminum eisini verður ólógligt í talgilda heiminum og at hetta verður handhevjað, soleiðis at okkara ungdómar eru betri vardir

·       virka fyri einum góðum og etiskum heilsupolitikki – eitt nú viðgerðartrygd

·       virka fyri størri frælsi hjá pensjónistum at arbeiða og fyri, at helst ongar familjur enda undir fátækramarkinum

·       Miðflokkurin fer altíð at stuðla mentan, sum er til uppbygging fyri samfelagið

·       Og at enda, so fer Miðflokkurin áhaldandi at stuðla einsamalla fólkaræðinum í Miðeystri – Ísrael

Hetta eru nøkur mál úr rúgvuni vit fara at arbeiða fyri. Harumframt skulu vit liva upp til andstøðuleiklutin, sum fer at krevja enn meira, nú samlaða andstøðan er tódnað niður í 11 løgtingsfólk.

Formansskiftið í Miðflokkinum
Eg eri sera spentur at fara undir mín nýggja leiklut í flokkinum, væl vitandi um, at tað fylgir ein stór ábyrgd við formanspostinum. Hetta formansskiftið er farið fram í sátt og semju. Tað kann mann als ikki taka fyri givið, tí tað eru ríkiliga nógv dømi um tað øvuta. Eg merki eisini góðan stuðul frá fólkinum rundan um meg og í floksapparatinum nú tað náttúrliga formansskiftið fer fram. Hetta er eitt gott útgangsstøði, sum eg havi fingið, sum nýggjur formaður, men ein persónur – ein leiðari – ber ikki ein heilan flokk einsamallur. Eg vil tí virka fyri at flokkurin og okkara politikkur hvílur á so nógvum herðum sum gjørligt.

Ein flokkur er fyrst og fremst hildin upp av sínum veljarum – sínum stuðlum – og fleiri av tykkum eru møtt her á landsfundi, har tit gera tykkara stuðul sjónligan og aktivt eru við til at mynda Miðflokkin. Takk fyri tað!

Tað er avgerandi at vit hava nógv góð fólk, ið bjóða seg fram sum valevni. Uttan hesi sum stilla seg fram í spíssin, so var ikki møguligt at bera Miðflokkin og okkara politikk fram frá valskeiði til valskeið. Tað vóru 17 nøvn á lista H hesaferð. Túsund takk fyri tykkara dirvi. Eg havi eina vón um, at vit ikki vera færri enn 20 valevni til komandi løgtingsval!

Floksstjórnin spælir ein stóran leiklut í Miðflokkinum. Tingbólkurin sparrar regluliga við floksstjórnina um ymisk viðurskifti. Og tá ið stórar politiskar avgerðir skulu takast, verður floksstjórnin kallað saman, soleiðis at hesar avgerðir eru so væl grundaðar sum gjørligt.

Tingbólkurin er mannaður av Jenisi, mær sjálvum, og okkara skrivara, Ólavi í Geil. Tað er í stóran mun tingbólkurin, sum myndar flokkin úteftir og tað liggur tí ein stór ábyrgd á okkara herðum. Og sum tit hoyra, so verður tingbólkurin ikki arbeiðsleysur hetta valskeiðið.

Sum formaður ynski eg at gera mítt fyri at framtíðartryggja Miðflokkin. Eg ynski at styrkja okkara floksapparat og seta ein nýggjan dám á okkara úttrykk, eitt nú við at endurnýggja samleikan.

Sum nakað nýtt, so fari eg, saman við floksstjórnini, at stovna eitt nýtt forum, sum vit fyribils kalla: Miðpolitiskt Forum. Hetta er ætlað øllum áhugaðum miðfloksstuðlum at luttaka í, fyri at verða betri upplýst um føroyskan politikk og samstundis at vera við til at mynda politikkin hjá Miðflokkinum. Hetta fyri at fáa eina góða og breiða felagslinju í øllum okkara politikki, bæði í teimum “primeru” og “sekunderu” málunum. Ikki tí at eg haldi tær verða so nógvar, men har ósemjur eru, kunnu vit koma saman og brýna hvønn annan.

Vit í Miðflokkinum vera noydd at arbeiða hart og miðvíst fram ímóti komandi Løgtingsvali. Um vit sáa og væta moldina væl nú, so trúgvi eg, at vit koma at heysta ávøksturin tá ið hetta valskeiðið er runnið.

Ungmannafelagið – Konservativ Ung
Miðflokkurin hevur eitt virkið ungmannafelag, ið nú kallar seg Konservativ Ung. Eitt ungmannafelag hevur ein týðandi leiklut, tí tey eru við til at mynda hugsanina og meiningarnar hjá ungdóminum í Føroyum.

Og lat meg bara seta orð á elefantin í rúminum. Tað hava verið ymiskar meiningar um navnabroytingina hjá okkara ungmannafelagi, men tey ungu, sum tóku avgerðina á seinasta aðalfundi, seta ikki “konservativ” í samband við nakað negativt. Tey halda hinvegin at signalið við nýggja navninum er sterkt og greitt, tá ið tað kemur til tey grundvirðini, sum ungmannafelagið arbeiðir fyri. Av hesi orsøk bleiv navnið broytt. Tað eru okkara ungu undir 30 ár, sum mynda ungmannafelagið; tað eru okkara ungu sum kenna og skilja føroyska ungdómin best.

Nevndin í Konservativ Ung er skipað soleiðis:

·       Markus Mortensen, formaður

·       Mattias Ljósheim, kassameistari

·       Kesia Mortensen, skrivari

·       Petur Asano, nevndarlimur

Hesi fýra eru veruliga við at fáa nýtt lív í okkara ungmannafelag. Tey fáa mín fulla stuðul í teirra ætlanum og eg ynski, at tit øll vísa teimum sama stuðul. Eisini skal sigast, at ungmannafelagið og móðurflokkurin hava havt eitt fyrimyndarligt gott samstarv, øll tey árini eg havi verið partur av Miðflokkinum.

Sama stevnumið – nýtt úttrykk
Her at enda vil eg undirstrika, at Miðflokkurin framvegis fer at halda fast við tey grundleggjandi virðini, sum flokkurin varð stovnaður á.

“Kristnu virðini eru grundarlagið undir flokkinum. Føroya land skal lóggeva á hesum grundarlagi. Samfelagið broytist støðugt, men hesi eru grundleggjandi virðir, sum ongantíð mugu broytast.”

Hetta eru fyrstu reglurnar í okkara stevnuskrá. Vit halda fast við okkara grundvirðir óansæð í hvørja ætt tíðarandin blæsur. Vit geva ikki upp hóast fleiri afturstig. Stevnuskráin hjá Miðflokkinum hevur ongantíð verið so viðkomandi sum júst nú. Eg trúgvi, at Miðflokkurin hevur nógv størri ávirkan á Føroyar, enn vit geva okkum far um.

Latið okkum vera við gott mót. Miðflokkurin fer inn í eina nýggja og bjarta tíð. Úttrykkið hjá flokkinum verður nýtt, men stevnumiðið verður tað sama!

Takk fyri!

Steffan Klein Poulsen,
formaður í Miðflokkinum

Á landsfundinum í Klaksvík, tann 9. mai 2026

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…