Lýsing
Lýsing
Lýsing

Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.05.2026 - 11:00 Mentan Tíðindi

Manskórið Garpar høvdu eina konsert í Keypmannahavn hetta vikuskifti

 

Sangbólkurin Sanglærkerne høvdu bjóðað Gørpum at luttaka á teirra 10 ára føðingardegi, sum bleiv hildin í Lutherkirkju.

Umframt Sanglærkerne og Garpar, so luttóku eisini kendi sjónvarpslæknin Peter Quortrup Geisling á klaver, núverandi sangari í Shubidua Jørgen Thorup og kendi føroyingurin í Danmark Linda Andrews.

Fyri einari fullari kirku byrjaðu Garpar konsertina við at syngja kenda Shubidua sangin Den Røde Tråd saman við Jørgen Thorup.

Síðani sungu teir fleiri aðrar sangir - har fleiri høvdu sín upprunað í Vágum. Garpar endaðu konsertina við at syngja This little light of mine og Grøv nr. 13 saman Sanglærkerne, Jørgen, Lindu o.ø.

Til høvi hevði Niclas Heri umsett Grøv nr 13 til danskt - og ikki kann annað sigast, enn at tað rungaði í einari fullsettari kirku tá øll sungu; "Vi kommer altíð at leva...."

Umframt konsertina í Lutherkirku, vitjaðu Garpar eisini Sjúklingahotellið og Fólkatingið

 

Hoyr vakra sangin niðanfyri. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…