Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ommu- og abbakaffi í Varpinum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  13.05.2026 - 16:50 Mentan Myndarøð Tíðindi

Drotning Margrethu barnagarður bjóðaði til sang, kaffi og til mynda- og málningaframsýning hjá børnunum í Varpinum í dag.

Børnini høvdu fingið ein seðil við heim, har tað m.a. stóð:

”Vit vilja við hesum bjóða tykkum, saman við foreldrum, ommum og abbum til foreldrakaffi í Varpinum, tann 13.05.2026, kl. 15.00 – 16.30”.

Á skránni í høllini varð, boðið verður vælkomin, Marjun Lassen, leiðari – Síðani var framførsla av sangum, har børnini sungu ymsar barnasangir og til endans ”Tú altfagra land mítt”. Vakur og inniligt varð sungið.

Síðani varð boðið til málningaframsýning í foyerini, sum var stúgvandi full bæði av áhugaðum áskoðarum og málningum, sum øll vildu eiga lut í.

Søla av málningum

Til bar at keypa málningar og ymiskt, sum børnini hava tilevnað. Men peningurin sum kemur inn fer í ár til Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum.

So tú kundi velja at keypa ella bert stuðla – Um tú ynskir at stuðla, so ber til at flyta eina upphædd á konto: 6460 1817 177 – Viðmerk: Barnadeildin

Ein hugnaligur dagur í snotiliga Varpinum, sum frøddi børnini og ikki minni ommur og abbarnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…