Lýsing
Lýsing
Lýsing

50 ár í starvi á Estra

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.05.2026 - 16:39 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Fríggjadagin 22. mai, kl. 14-16, bjóða vit til móttøku á Estra í Syðrugøtu. Øll eru hjartaliga vælkomin, saman við okkum at hátíðarhalda, at starvsfelagi okkara Sonja á Líðarenda hevur starvast á Estra í góð 50 ár.

Sonja byrjaði sum heilt ung genta í læru á Estra. Hon gjørdist Føroya fyrsti útlærdi kvinnuligi setari, sum starvsheitið kallaðist tá. Stutt eftir at hon varð avlærd, fekk hon fleiri og størri uppgávur á virkinum. Síðani 1992 hevur hon verið partaeigari og stjóri í felagnum.

Ígjøgnum hesi fleiri áratíggju Sonja hevur starvast í og staðið á odda í prentsmiðjuvinnuni er nógv hent, og hevur hon samskift og samstarvað við fjøld av fólki. Eisini hava hesi mongu árini havt ómetaliga stórar og umfatandi broytingar við sær. Hetta hevur kravt stórar tillagingar av mannagongdum og viðført stórar broytingar hjá starvsfólki, fyri at fylgja við.

Sum Sonja plagar at siga: Vit loysa allar uppgávur, sum hava við prent og prenttilgerð at gera – og tað megna vit eisini.

Vit vóna at síggja viðskiftafólk okkara, bygdafólk, familju og vinir til almennu móttøkuna.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival