Skjótt at byggja
Byggingin Eystan Garð gongur eftir ætlan
Í dag vórðu skilaveggir, baðirúmsklivar og síðani dekk omaná blaða upp á verandi fundamentir, eftir lítlari løtu av einum stórum karna, sum stóð 10-tals metrar frá, uttan himpr.
Bygdar verða trýggjar íbúðir í hvørjari hæddini, um 70 fermetrar hvør. Byggilendið liggur um smáar 600 fermetrar.
Omanfyri verandi íbúðarblokk – sunnast í økinum, kallað Eystan Garð, verður í løtini reistur enn ein íbúðarblokkur við seks búeindum.
Vegurin til hetta nýggja byggiøkið verður kallaður Hálvmørk
Vegurin til hetta nýggja byggiøkið verður kallaður Hálvmørk.
So hesin eini av tveimum komandi íbúðarblokkum, ið nú standa fyri bygging, koma at hava adressu við ella á Hálvmørk.
- Ein býur í menning!
Eftir ætlanin, skulu íbúðirnar, sum nú eru undir bygging, verða liðnar, seldar og avhandað við árslok 2026.