Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í felag seta vit eina grønari kós

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.05.2026 - 10:02 Tíðindi

Leygardagin tann 16. mai verður Orku- og umhvørvisdagurin aftur í Fuglafirði. Hetta er ein dagur fyri ØLL í Fuglafjarðar kommunu (onnur eru eisini hjartaliga vælkomin), har vit seta fokus á grønu kósina í ein dag. Tvey fokusøki eru sett á skinnarar í ár: Ruddingarátak og upplating av nýggja Umhvørvisplássinum á Kambsdali

 

Vónandi møta nógv fólk upp til ruddingarátakið, so vit saman kunnu fáa bygdirnar at skína til summarið.

SKRÁ

9.00 Ókeypis morgunmatur í Mentanarhúsinum og í Bønhúsinum á Hellunum
9.30 Ruddingin verður skipað í býlingar og sett í gongd av røsku skótunum í Fuglafirði
- Ítróttafeløgini í Fuglafirði luttaka til ruddingina
- Kavarar rudda botnin í bátahylinum (tilmelding fer fram við at ringja til brandmeistaran, Jan Lauritsen á tel 239112)
11.30 BASALT vísa fram og selja ymiskt grønt á Torginum omanfyri Mentanarhúsið
11.45 Ruddingin er liðug
12.00 Ókeypis suppa, saft, kaffi og te í Mentanarhúsinum og í Bønhúsinum á Hellunum
14.00 Umhvørvisplássið á Kambsdali letur upp
- Setanarrøðari: Eivin S. Breiðaskarð, formaður í Orku- og umhvørvisnevndini í Fuglafjarðar kommunu
- Thomas Lambastein ber fram røðu
- Jens Marni Hansen spælir nøkur løg
- Umhvørvisplássið á Kambsdali letur upp
- Skótarnir bjóða kaffi, te og sunkist
18.00 Umhvørvisplássið á Kambsdali letur aftur og dagurin endar


Orku- og umhvørvisnevndin hjá Fuglafjarðar kommunu hevur tikið stig til hendan dagin, sum er afturvendandi á hvørjum ári og verður fíggjaður av Fuglafjarðar kommunu.

 


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…