Lýsing
Lýsing
Lýsing
Áki í Skemmuni, stjóri fyri Atlantic Fair og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu | Mynd: Jóhann Lützen

Atlantic Fair hevur ment Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.05.2026 - 11:20 Leiðarin Mentan Vinna

Enn einaferð verður Klaksvík vertur fyri Atlantic Fair, hesaferð í døgunum 19. til 21. mai 2026. Hendan altjóða messan byrjaði í Runavík um aldarskiftið, og hevur eisini roynt seg í Havn, men hevur síðani fingið fast pláss annað hvørt ár í Klaksvík, har samanbygdu hallirnar virka sum fótur í hosu fyri atlantisku vinnumessuna

 

(Leiðarin úr blaðnum)

 

Messan byrjaði undir heitinum North Atlantic Fish Fair, og var beinanvegin kærkomin fyri føroyska vinnulívið, ið hevur tilknýti til sjógvin. Hon skifti seinni navn til Atlantic Fair fyri at undirstrika, at hon langt frá bert er fyri fiskivinnuna, men fyri øll, hvørs virksemi so ella so hevur við sjógvin at gera, umframt undirveitarar til tær fyritøkurnar, sum hava, eins og fyri havbúnað og alivinnu, eisini á landi.

Tí síggja vit umframt siðbundnar havbúnaðarfyritøkur og reiðarí eisini fyritøkur í tryggingarvinnuni, oljuvinnuni, fjølmiðlaheiminum, akfarsvinnuni, sjómansmissión, KT-vinnuni, gistingarhúsvinnuni, fjarskiftisvinnuni, ferðavinnuni eins og fakfelag og áhugafelag á yvirlitinum yvir framsýnarar.

Í ár verða framsýnarar úr Føroyum, Danmark, Spania, Belgia, Noregi, Stórabretlandi, Noregi, Svøríki, Portugal, Fraklandi, Týsklandi, Íslandi, Schweiz og Hollandi, allir úr Europa. Úr Asia kemur framsýnari úr Japan, og úr Amerika kemur ein úr USA. Allir básarnir eru útseldir og hava verið tað í rúma tíð.

Høga inflatiónin hevur merkt hægri prísir, men tað er ikki galdandi fyri Atlantic Fair. Har eitt 3-daga atgongumerki áður hevur kostað 200 krónur, kostar tað nú í 2026 einans 125 krónur. Hetta tí at messan ikki vil, at nakar áhugaður skal setast aftur vegna kostnað, tí at messan er fyri øll vaksin við áhuga fyri havbúnaði og vinnulívi á sjónum.

Zooma vit eitt sindur út og síggja yvirskriftina til hesa grein í fuglafrásjón, so síggja vit, at hendan altjóða vinnumessan hevur ment Klaksvík. Klaksvík er veruliga sett á heimskortið vegna hesa messu, og tað er neyvan nøkur loyna, at tað millum annað var við messuni í huga, at man bygdi Badmintonhøllina og KÍ-Høllina saman. Kommunan hevur eisini spent seg út fyri at varðveita hesa altjóðamessuna í býnum. Og rós skal hon hava fyri tað, tí tað var ongin sjálvfylgja. Og messan hevur ivaleyst eisini havt sítt at siga fyri, at eitt nýmótans hotell nú letur upp fyrsta dagin. Luttakararnir á messuni fara heilt víst at kunna viðmæla Klaksvík, tá teir koma heim aftur.

Hesi viðurskifti hava eisini gjørt sítt til, at vit nú kunnu hava europeiskar stórdystir í Klaksvík eins og Oyggjaleikir komandi ár. Sjálvsagt hevur Atlantic Fair ikki alla æruna av tí, men hon er liður í einum størri maskinaríi, sum hevur gjørt alla hesa menningina av Klaksvík møguliga. Altjóða vinnumessan Atlantic Fair hevur harvið ment Klaksvík, sum afturfyri spílar seg út fyri at geva messuni bestu karmar. Ein symbiosa, sum vil nakað.

Norðlýsið vil við hesum bjóða Atlantic Fair hjartaliga vælkomnum aftur til Klaksvíkar, og somuleiðis eisini ynskja framsýnarum og vitjandi eina góða messu. Atlantic Fair letur upp týsdagin 19. mai kl. 10, og messan er opin til kl. 17. Mikudagin 20. mai er opið somu tíðir, kl. 10-17, meðan hósdagin 21. mai er opið kl. 10-16. Atgongumerki fæst á heimasíðuni fair.fo, har mælt verður til, at ein skrásetur seg frammanundan fyri at spara tíð. Aldursmarkið fyri at koma inn á Atlantic Fair er 15 ár.

Vit síggjast á Atlantic Fair!

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…