Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Tórunn og KÍ hava munin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.05.2026 - 16:29 Ítrottur Tíðindi

FSF skrivar:

Við flest atkvøðum á sona appini, varð Tórunn Højgaard Joensen úr KÍ vald til besta spælara í mars og apríl mánað.

Eftir sjey umfør í grundspælinum í MeistaraDeildini hjá kvinnum eru klaksvíkskvinnur fremstar við 19 stigum og málmuninum +35. Tó er munurin til nærmasta kappingarneyta lítil, tí á øðrum plássi er HB, eisini við 19 stigum og málmuninum +25.

Kristi himmalsferðardag vóru tveir dystir á skránni, meðan triðji dysturin í sjeynda umfari verður spældur sunnudagin.

Í Gundadali var grannauppgerð millum HB og B36. Beint fyri steðgin legði Fríða Magnusardóttir Jakobsen heimaliðið á odda, og tá fáir minuttir vóru eftir at spæla avgjørdu Elin Maria Isaksen og Julia Naomi Mortensen dystin, sum endaði 3-0 til HB.

Í Sarpugerði í Norðragøtu hevði KÍ fult tamarhald og vann 4-0 á Víkingi. Málini gjørdu Sólja Ernstdóttir, Malena Olsen, Tórunn Højgaard Joensen og Durita Hummeland.

Áðrenn dystin varð Tórunn Højgaard Joensen heiðrað sum besti spælari í mars og apríl mánað. Tað var mamma Tórunn, Poula Ann Joensen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði dótturini eitt gávubræv frá Føroya Tele og eina heiðursplátu frá FSF.

Hinar báðar, ið vóru tilnevndar, vóru Julia Naomi Mortensen úr HB og Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…