Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini frá vinstru: Eirikur, Brynjálvur, Karla, Randi, Erick, Phil, Bjørt og Pönd

Toymið á KG er nú sett

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.05.2026 - 15:50 Tíðindi Vinna

Nýggja hotellið í Klaksvík, KG, tekur endaliga skap, og øll lyklastørv eru nú sett. Við einum sterkum og fjølbroyttum toymi verður hotellið klárt at taka ímóti gestum miðskeiðis í juni.

 

 

Stjóri á hotellinum er Eirikur Jákupsson, sum saman við nýggja toyminum skal standa á odda fyri dagliga rakstrinum og menningini av hotellinum.

Randi á Bergi er sett sum søluleiðari og skal arbeiða við sølu og at byggja góð sambond við kundar og samstarvsfelagar, meðan Brynjálvur Sigurðsson fær ábyrgdina av tiltøkum á hotellinum.

Í móttøkuni verður Karla V. Joensen móttøkuleiðari og fær ábyrgdina av at tryggja góða tænastu og eina góða uppliving hjá gestunum frá fyrstu løtu.

Matupplivingarnar verða ein týðandi partur av hotellinum. Erick Ibarra er settur sum høvuðskokkur og skal saman við sínum toymi menna køkin á hotellinum. Athaya Yenjai (Pönd) stendur á odda fyri kalda køkinum.

Kafé- og barrøkið verður leitt av Phil Freere, sum skal menna eitt livandi og innbjóðandi umhvørvi.

Bjørt Kristiansen er spaleiðari og fær ábyrgdina av spa-økinum og vælverutilboðunum á hotellinum.

Matstovan á hotellinum fær navnið ’Sand’, sum sipar til staðarnavnið við Sandin í Klaksvík, meðan spa-økið fær navnið ’Alda’ – eitt navn, sum hóskar væl til vælveruupplivingar, har sjógvurin er ein týðandi partur av upplivingini.

KG letur upp 16. juni og verður vónandi ein nýggjur savningarmiðdepil í Klaksvík, har góðska, matupplivingar, vælvera og góð tænasta eru í miðdeplinum.



Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…