Fólkini eru so vinarlig í Føroyum
72-fóta Challenge seglskipið CatZero úr Hull lá á langukaj í morgun, tá vit vóru morguntúrin. Vit fingu orðið á manningina
Hetta er tíðin, tá fleiri og fleiri seglskip eru at síggja við bryggjuna í Klaksvík. Í morgun lá CatZero við langukaj og vit fingu eitt prát við tey.
Skipið verður brúkt sum eitt amboð til at savna pening inn til vælgerandi arbeiði hjá felagsskapinum, sum í nógv ár hevur hjálpt børnum, ungum og familjum víðari í lívinum gjøgnum stuðul, venjing og mennandi upplivingar.
Manningin umborð telur 12 fólk, og meðan tey vóru í Føroyum, vitjaðu tey millum annað í Roykstovuni, har tey fingu høvi at royna lokala bryggi úr Klaksvík. Eisini vóru tey á Bátafestivalinum í Vestmanna, har tey upplivdu føroyska mentan og sjólív á nærmastu hond.
Fólkini eru so vinarlig í Føroyum, tað hava vit merkt, segði ein av manningini við Norðlýsið.
