Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  17.05.2026 - 19:44 Ítrottur Tíðindi

(Dystarfrásøgn) Triðja dystin á rað skapti KÍ nógvar málmøguleikar og vann at enda ein greiðan sigur.

 

Brendu og brendu

Fyrstu minuttirnar sá út sum, at dysturin mikukvøldið sat í beinunum á KÍ-liðnum, sum bara hevði eina broyting í uppstillingini, har Gilli R. Sørensen spældi fyri skadda Gaston Tellechea. B68 fekk eitt fríspark úr góðari støðu, og Marjus Nón sendi hegnisliga bóltin uppum múrin. Eftir hetta setti KÍ seg tungt á dystin, og tað gekk eisini væl at skapa stórar málmøguleikar. Men inn vildi bólturin ikki, fyrr enn Árni Frederiksberg skoraði beint áðrenn hálvleik.

 


Álopsleikarar komnir í gongd

Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama. KÍ sat tungt á dystinum og skapti javnan góðar málmøguleikar. Árni Frederiksberg skoraði sítt 16. frísparksmál í landskappingini gjøgnum tíðirnar og sami Árni átti uppleggini, tá báðir álopsleikararnir Páll A. Klettskarð og innskifti Erlend Hustad eisini komu á máltalvuna. Triði dystur á rað við málstigi frá Páll og annar dystur á rað, har Erlend skoraði. Árni kundi havt fingið eitt málstig afturat, men fyri fyrstu ferð í skrásettum dysti, so fekk hann ikki mál uppá brotsspark, tá hansara fyrrverandi liðfelagi Tórður Thomsen hevði lisið hann av, tá hann royndi seg við einum ’’panenka’’.

 


Broyting at hóma

KÍ hevur fyrr í ár manglað hugflog, spælt seint og havt stórar trupulleikar við at skapa málmøguleikar í fleiri dystum. Okkurt bendur á, at hetta er við at broytast, tí hetta var triði dystur á rað (B36, NSÍ og B68), har KÍ skapar nógvar málmøguleikar. Og bæði móti NSÍ og B68 vóru leikararnir nóg skarpir til at liðið skoraði fýra mál hvønn dyst. Og at fáa broyting í á hesum øki hevur KÍ brúk fyri, tí komandi mótstøðuliðini eru EB/Streymur og AB, sum tilsamans hildu KÍ til at skora eitt mál, sum kom í 98. minutti, í fyrsta triðingi av kappingini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)