Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rættvís skattaskipan – eisini fyri føroyingar uttanlands

SKRIVAÐ: Sjálvstýri  |  24.03.2026 - 08:04 Politikkur Tíðindaskriv

Sjálvstýri tekur frástøðu frá núverandi skattaskipan, sum rakar føroyingar, ið arbeiða í útlandinum – serliga í Norra – ójavnt og órímiliga.

 

 

Seinastu broytingarnar í skattalógini hava ført við sær, at hesin bólkurin verður hart raktur. Uttanlandsfrádrátturin er minkaður munandi, og samstundis eru reglurnar broyttar á ein hátt, sum í veruleikanum førir til dupultskatting. Hetta er ikki ein rættvís skipan.

Talan er um fólk, sum arbeiða hart, ofta langt burtur frá familju og heimi, og sum í stóran mun styrkja føroyska búskapin við sínum inntøkum. At leggja eina eyka skattabyrðu á hesi somu fólk er bæði órímiligt og óskynsamt.

Vit síggja longu nú, at fólk flyta arbeiði ella flyta av landinum, tí skipanin ger tað ómøguligt at fáa endarnar at røkka saman. Tað merkir minni inntøkur til landið og veikari grundarlag undir føroyska samfelagnum.

Sjálvstýri vil hava eina skattaskipan, sum er rættvís, gjøgnumskygd og haldbær. Tað skal altíð loysa seg at arbeiða – eisini uttanlands.

 

Sjálvstýri

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valkafé í Skálanum – øll eru vælkomin
9 norð­oy­ingar stilla upp til Fólka­tingið
Rættvís skatta­skipan – eisini fyri føroy…
Íløgur í samferðslu eru íløgur í framtíð…
Nei fíggjar­lógin er ikki komin á beint
Økja um útboðið av bústøðum
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Fíggjar­lógin er komin á beint
Hví skulu øll integrer­ast?
Fólka­flokku­rin: Valkafé í Skálanum
Vel Fólka­flokkin – eisini á Fólkating!
Klaksvíkar kommuna áleggur ikki meir ska…
Nú er stundin at savnast um eina sterka…
JAF kundi tað sama verið ein heilt annar…
Aksel og Beinir samdir um tjóðarsemjuna
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Nýggj veljara­kanning letur Sjálvstýri sl…
Magn: Nýggir oljutangar á Grótrætt fyri…
Skatta­reglur fyri arbeiðs­fólk uttanlands
Ríkisfelagsskapurin