Magn: Nýggir oljutangar á Grótrætt fyri 50 mió. kr.
Vit byggja fýra nýggjar oljutangar á Grótrætt. Vit eru sera spent upp á hesa verkætlan, sum er ein av teimum størstu íløgunum í 100 ára søguni hjá Magn, sigur Suni Justinussen stjóri í Magn við Norðlýsið
Talan er um tveir gassolju tangar, sum koma at taka samlagt 6 mió. litrar og tveir bensin tangar, sum samanlagt taka 1,5 mió. litrar. Eftir hesa umbygging, so kemur goymslu kapasiteturin á Grótrætt at vera: 9 mió. litrar av gass olju, 1,5 mió litrar av bensin og 1 mió. litrar av diesel, upplýsir Suni Jusitnussen.
Ætlanin er at fáa alt arbeiði liðugt í 2027 og kostnaðurin liggur um 50. mió kr. Vit fara at bjóða lendis arbeiði út innan nakrar dagar. Vit hava havt gott samstarv við Klaksvíkar kommunu um verkætlanina, sigur Suni.
Tað verður fylt út millum kai endarnar, so skip liggja betur, og so tað er lættari at fáa vøru úr og í skipini, sigur Magn stjórin.
Vit eru sera spent upp á hesa verkætlan, sum er ein av teimum størstu í løgunum 100 ára søguni hjá Magn, sigur Suni Justinussen stjóri í Magn at enda við Norðlýsið.