Lýsing
Lýsing
Við mínum drúgvu royndum - bæði politiskt og vinnuliga - og hesum hjartamálum, vil eg bjóða meg fram at verða títt umboð á Fólkatingi:
- Markaforðingar skulu burturbeinast - tað skal vera lætt og smidligt at virka og vinna millum Ríkispartarnar. • Menning av heilsusamstarvinum millum Føroyar og Danmark.
- Styrkja rættindi hjá lesandi, sum velja at útbúgva seg Danmark og í øðrum londum. • Styrkja fíggjarlig og sosial kor hjá lesandi føroyingum I Danmark, t.d. R-frádráttur.
- Arbeiða fyri at fáa fígging til ein Suðuroyartunnil, um landsstýrið ynskir tað, við lægstu rentu umvegis statskassan evt. sum statslán.
- Vit skulu vera við at taka tær trygdarpolitisku avgerðirnar, tá tað snýr seg um føroysk viðurskifti og okkara Øki.
- Fokus skal setast á vinnuligar samstarvsmøguleikar og granskingarsamstørv, ein norðuratlantiskur havngranskingardepil skal setast á dagskrá við sæti í Føroyum.
- Kriminalforsorgin Føroyum skal raðfestast og avtalan um nýtt fongsul skal haldast.
- Dagføra KT-skipanina og uppraðfesta manningina hjá løgregluni í Føroyum.
Set tí við Johan Dahl 24 marts
Sambandsflokkurin
Gott val, øll somul!
Seinastu tíðindini