Áheitan á allar politsku flokkarnar frá Útoyggjafelagnum
Vit uppliva í dag, at føroyska samfelagið er blivið demografiskt miðsavnað. Er tað ynski hjá politisku flokkunum, at hetta skal verða soleiðis?
Er ikki vandi fyri, at útoyggjarnar standa manntómar innan 10 ár, um einki verður gjørt?
Vit í Útoyggjafelagnum eru av teirri áskoðan, at verður einki munagott gjørt nú, er alt dagligt virksemi
horvið úr útoyggjunum um 10 ár.
Útoyggjafelagið ynskir: Einar fjølbroyttar Føroyar, har fólk búleikast og virka um landið alt!
Vit vilja tí heita á polittisku skipanina um at seta hesi tiltøk í verk sum skjótast:
1. Útoyggjafelagið kemur á fíggjarlógina við 1.000.000 dkk. Hesin peningur skal nýtast til at seta ein
aðalskrivara í felagnum. Hesin skal virka sum bindilið í millum nevndina í Útoyggjafelagnum og
almennu mynduleikarnir, umframt at hjálpa íverksetum á útoyggj.
2. Eisini skal hyggjast at stuðulskipanum, ið kunnu fáa fólk at flyta aftur á útoyggj. Tað er
týdningarmikið, at skapa arbeiðspláss fyri at fáa ein fólkavøkstur. Tí er sera umráðandi at stuðla
undir tær vinnur, ið lata seg gera á útoyggj, og verður tá serliga hugsað um landbúnaðin og
ferðavinnuna.
3. Tað er dýrt at seta búgv á útoyggj. Bæði tí, at byggikostnaðurin er væl hægri enn í meginøkinum,
og at fíggingarmøguleikarnir eru sera avmarkaðir. Ein loysn kundi verði, at bygging av
heilárshúsum á útoyggj, varð frítikin fyri MVG. Hetta, um so tað er treyta av bústaðarskyldu.
4. Samferðslan er umráðandi fyri trivna á útoyggj. Sum støðan er í dag, er samferðslan sum heild
góð, men havnarløgini eru í sera ringum standi, og sera dýr fyri smærri kommunur at reka. Vit
vilja tí mæla til, at Landsverk yvirtekur havnarløgini á útoyggjunum. Hetta, tí LV hevur vitan og
førleikar at viðlíkahalda havnarløg.
Eisini eru aðrir tættir, ið kundu verði tiknir við her, men teir eru væl lýstir í Útoyggjaálitinum, og
ískoytinum til Útoyggjaálitið, ið varð skrivað í 2025, sum kann lesast her: Útoyggjaálitið
Stigini mugu takast nú!
Eru spurningar ella ivamál, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til felagið: utoyggj@gmail.com
Vegna Útoyggjafelagið
Marius á Geilini
Eva úr Dímun
Jóanis í Hoygarðinum