Kappast um at dagføra Haraldssundsbyrgingina
Byrgingin millum Borðoynna og Kunoynna varð gjørd sum ein fyribilsloysn í 1986, men síðani tá hevur hon bara ligið har í 40 ár; hon fór í gloymskuna fyri politikaranna viðkomandi. Inntil í gjár. Politiskt lyfti varð givið í Varpinum í gjár um, at nú verður farið í holt við at dagføra byrgingina.
Á valfundinum í í Varpinum í gjár kom byrgingin til og úr Haraldssundi fleiri ferðir upp at venda, og politikarar vóru á einum máli um, at tað er átrokandi at fáa hana gjørda. Umboðið hjá Sjálvstýri segði byrgingina vera størstu politisku skommina í Norðoyggjum yvirhøvur, og eftir eina heldur lunkaða byrjan upp á kjakið tosaðu politikarar seg heitar um, at í komandi valskeiði skuldi hon fáast í rættlag.
So gott er í væntu fyri kunoyingar og haraldssundsfólk, umframt øll onnur, ið ferðast hin vegin, um tað væl at merkja er álítandi, sum politikararnir siga. Er tað tað, verður byrgingin dagførd í komandi valskeiði, ið er frá 2026 til í seinasta lagi 2030.