Lýsing
Lýsing
Hvussu við tónleiki og mentan?
Tónleikasamband Føroya skipar í hesum døgum fyri pallborðsfundi um raðfesting av tónleiki og mentan til komandi løgtingsval.
Nær: Mánakvøld, 23.mars kl.20.00
Hvar: Reinsaríið, Tórsgøta 5
Valevni frá teimum politisku flokkunum fáa møguleikan, at orða seg, um tær raðfestingar tey ynskja at gera fyri tónleika- og mentanarumhvørvið í Føroyum, verða tey vald.
Rólant Waag Dam verður orðstýrari og umboð fyri tónleika- og mentanarumhvørvið luttaka eisini í kjakinum.
Tiltakið er alment, ókeypis og verður stroymt beinleiðis við ljóð og video.
Seinastu tíðindini