Hvarv aktivisman nú úr Løgtinginum?
Í fyrru helvt av brátt farna valskeiði fylti grøna orkuskiftið nógv í bæði føroyskum politikki og í føroyska fólkahavinum. Tað er nú (næstan) horvið sum døgg fyri sól. Vanligi borgarin tosar ikki um grønt orkuskifti longur, og politikararnir eru aftur farnir at vilja bora eftir olju. Veðurlagslógin, ið fall burtur í februar, hevur lítlan áhuga havt millum valevnini.
Ingilín Didriksen Strøm er helst tann, sum meir enn nøkur onnur hevur havt grønu umleggingina og umhvørvið sum síni hjartamál, men hon er ikki í politikki longur. Hervør Pálsdóttir var helst næstfremst, tá tað snúði seg um somu evni, men Hervør hevur lagt 6 valgreinir út síðani 7. mars, ið snúgva seg um barsilsskipan, Sambandsflokkin, lestrar- og lærlingabústaðir og so 3×3 mál, sum samgongan hevur avgreitt. Her er náttúruverndarlógin gamaní nevnd, men sagt verður, at ”Nú er tað endaliga avgreitt!”. Hartil skrivar hon um onnur avrik so sum neyðtøkutilbúgving og grooming, men umhvørvi tykist ikki fylla tað stóra longur.
Í hinari leguni síðuni síggja vit politikarar dúgliga tosa um at bora eftir olju. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (A) og Eyðdis Hartmann Niclasen (B) hava profilerað seg upp á tað, og í Javnaðarflokkinum sær Ben Arabo onki mótsetningsforhold millum grøna umlegging og oljuleiting. Síðstnevndi mælir enntá til at koyra Veðurlagslógina í skrell. Og í Miðflokkinum er Steffan Klein Poulsen í áhaldandi hernaði ímóti ”grønu religiónini”.
Veðurlagslógin var annars á veg til atkvøðugreiðslu á Løgtingi, men hon fall burtur, tá val varð útskrivað. Og tað er synd at siga, at hon hevur fylt nógv í valstríðnum. Fyri at rætt skal vera rætt skal sigast, at Tjóðhild Patursson (E) hevur skrivað nakað um veðurlagslógina í eini valgrein hjá sær – men eisini hon kritiserar, at hon onki fyllir longur og er við at verða útskift við ”Drill, baby, drill!”-retorikk.
Hvussu breið hon er ella ikki, er eitt sindur ógreitt, men í øllum førum sæst tvørpolitisk undirtøka vera fyri fossilum oljuloysnum og í ávísan mun eisini tvørpolitiskur kritikkur av grøna rákinum. Tí er framtíðin hjá Veðurlagslógini í komandi valskeiði í besta føri ivasom.