Lýsing
Lýsing
Lýsing
2 fegin forfólk og næstforfólk í Sjálvstýri, nú veljarakanning fyri fyrstu ferð hetta valskeiðið vísir 1 mandat til Lista D. Endaspurturin í valstríðnum ber ávøkst. | Mynd: Tilgjørd mynd.

Nýggj veljarakanning letur Sjálvstýri sleppa á ting

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.03.2026 - 15:44 Politikkur Tíðindi

Valevnini hjá Lista D, Sjálvstýrinum, munnu hava ført eitt gott valstríð, tí eftir at verða dømd úti í óteljandi veljarakanningum, stendur flokkurin í teirri nýggjastu til at vinna pláss aftur í Løgtinginum. Eitt einstakt mandat ljóðar kanska ikki av nógvum, men hetta kann gerast tað 17. og avgerandi mandatið.

Nýggjasta veljarakanningin gevur Fólkaflokkinum 9 sessir (+3), Sambandsflokkinum 7 sessir, Javnaðarflokkinum 6 sessir (÷3), Sjálvstýrinum 1 sess (+1), Tjóðveldi 6 sessir, Framsókn 2 sessir (÷1) og Miðflokkinum 2 sessir. Har onki er frámerkt í parentes, stendur tingfólkatalið í stað.

At sleppa á Løgting krevur undirtøku frá 3,03% av veljarunum, og Sjálvstýri liggur í seinastu kanningini á 3,1%, ið gevur 1 sess. Fólkaflokkurin stendur nú ”bara” til at vinna 9 sessir, og Sambandsflokkurin 7, og tað merkir, at Listi A og B eru ov stuttir til einsamallir at kunna mynda eina høgrasamgongu. Teir hava tó møguleika fyri – umframt Sjálvstýri – at taka antin Framsókn ella Miðflokkin uppí.

Verri stendur til hjá fráfarandi samgongu. Størru flokkarnir í henni, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, fáa bert tilsamans 12 sessir, meðan Framsókn fær 2, so gamla CEF-samgongan er framvegis langt frá at fáa meiriluta á Løgtingi. Hon missir eftir kanningini 4 tingfólk og fer úr 18 niður á 14 mandat.

Vánaliga undirtøkan hjá Javnaðarflokkinum ger eisini, at hann er langt frá eini samríkissamgongu við Sambandsflokkin. Flokkarnir báðir fáa bert 13 tingfólk tilsamans og mugu tí hava minst tveir smáar flokkar við, hvat teir ikki fáa, tí Miðflokkurin hevur sagt, at hann ikki fer í samgongu við Framsókn. Og við bert tí 1 hjá Sjálvstýri lendir tann samgongan á 16, ið er ov stutt.

Tað, sum ikki er broytt, og ikki sær út til at fara at broytast, er, at Fólkaflokkurin stendur til eina risastóra framgongd og Javnaðarflokkurin til eina líka stóra afturgongd. Somuleiðis stendur Framsókn til at missa tað triðja tingfólkið.

Eftir øllum at døma stendur eitt stjórnarskifti fyri framman, og har eru tveir realistiskir møguleikar: 1) Høgrasamgonga, har Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og antin Sjálvstýri, Framsókn ella Miðflokkurin ganga saman, ella 2) Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn fara saman í eina loysingarsamgongu, møguliga við Javnaðarflokkinum sum tjóðarsemju-stuðulsflokki.

Tað er Lóður, ið hevur gjørt kanningina fyri Kringvarp Føroya. 875 fólk eru spurd, og kanningin er gjørd frá 17. til 21. mars. Meira kann lesast um hana her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj veljara­kanning letur Sjálvstýri sl…
Magn: Nýggir oljutangar á Grótrætt fyri…
Skatta­reglur fyri arbeiðs­fólk uttanlands
Ríkisfelagsskapurin
Hví velja Miðfloksumboð í løgtingið?
Fólka­flokku­rin vil hava eina betri skatt…
Bíðilistar eru ikki vælferð
Hvarv aktivisman nú úr Løgtingi­num?
Ferðavinnan – ein stórur møguleiki
Fiska, ímeðan fiskur er!
Ódámlig og óvirðilig útlendsk uppíblandi…
Eitt hjartasuff
Hvussu við tónleiki og mentan?
Barsilsfar­loyvi uttan inntøkumiss
Við mínum drúgvu royndum - bæði politisk…
Kappast um at dagføra Haraldssundsbyrgin…
Sjálvandi eiga øll at fara á fólka­tingsv…
Áheitan á allar politsku flokkar­nar frá…
Miðaltøl ella ”outliers”?
Konfirmantar í Christians­kirkjuni pálmas…