Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hava tit sæð plakatirnar hjá mær?

SKRIVAÐ: Sunnvá Dahl Høgfeldt  |  22.03.2026 - 23:30 Politikkur

Nógvar eru plakatirnar, nú valið stundar til. Sjálv havi eg endurnýtt allar plakatirnar frá seinasta kommunuvali. Eingin orsøk er til bara at blaka burtur og keypa nýtt. Vit mugu hugsa um umhvørvið og endurnýta so nógv, sum vit kunnu. Tað hugsi eg nógv um, tí eitt reint umhvørvi hevur nógv at siga. Øll endurnýtsla stuðlar upp undir, at vit fáa minni órudd og minni burturkast. Á tann hátt spara vit upp á tilfeingið og fáa eitt reinari umhvørvi.

Eg haldi, at vit áttu at endurskoða um tað, í okkara nútíðarsamfelag, er tørvur á at heingja plakatir upp. Vit hava nógvar aðrar háttir at vísa hvussu vit síggja út. Tað tykist sum, at øll heingja plakatir upp, tí hini gera tað. Um leisturin var tann sami fyri øll, hevði eingin kapping verið á hesum økinum.

Ein fittur veljari í Sandavági skrivaði til mín nú ein dagin, og segði frá, at ein plakat hjá mær var fokin í vindinum og lá nú í ánni í Sandavági. Eg lá ikki á boðunum, men fekk pápa mín at fara vestur at bjarga plakatini. Hann fekk plakatina upp aftur á turt, so hon ikki dálkaði ánna.

Hvussu plakatin í ánni, í Sandavági, varð fingin upp aftur, kunnu tit síggja í filmsbrotinum niðanfyri.

Um tit síggja onkrar foknar plakatir hjá mær, ið sløðast onkustaðni, so mugu tit gjarna siga mær frá. Eg skal fara eftir plakatunum beinanvegin, so tær ikki liggja og órudda vøkru náttúru okkara.

Lat okkum miðja eftir, at ongar plakatir koma upp til næsta val.

X við Sunnvá Dahl Høgfeldt tann 26. mars

https://www.facebook.com/reel/1989417964975188

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Valfundur í Varpinum
Sí valfundin her
Hava tit sæð plakatir­nar hjá mær?
Bústaðarneyðin krevur handling – ikki ba…
Meira stýr á skermnýtslu
Gransking av rørslu gevur haldføri
Tilflytara­politikkur
Veðrið í vikuni
3. Gullbeini
SÍ føroyameistari eftir fimmsettara ímót…
Klárt til almennan valfund í Varpinum í…
Klaksvíkar Billard­felag føroyameistari
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
- Tit skulu nokk útrættað okkurt gott í…
Valprát við Miðflokkin
Valprát við Fólka­flokkin
Balto krokar á Skálafjørðinum
Tað skal loysa seg at arbeiða!
Bládúgvan, Drunnhvítan & ófødda barnið
25.000 kr. frádrátt til sjúkrarøktarfrøð…