Lýsing
Lýsing
Lýsing
Veðrið í dag gevur verið nokkso buldraligt. Nógvur vindur vestaneftir saman við regn- ella kavaælum. Hetta fer eisini at vera í vikuni, sum kemur. Fyrstu dagarnar nógvur vindur vestaneftir og av útnyrðingi saman við regn- ella kavaavfalli. Seinna helvt av vikuni fer at fera minni vindur. | Mynd: Sørin Birgir Sørensen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  22.03.2026 - 20:32 Tíðindi Veðrið

Veðrið við nógvum vindi fer at halda fram í fyrru helvt av næstu viku. Hann fer at minka vindin í nátt, men veksur aftur upp í skrið ella storm í annaðkvøld. Og tað fer at vera veðrið týsdagin ella mikudagin, illveður vestaneftir og av útnyrðingi. So fer at verða betri . . . .

Í stuttum er orsøkin djúp lágtrýst sum ganga beint ímóti okkum og fara framvið norðanfyri. Hetta mynstrið í veðrinum sær út til at fara at vera eitt sindur drúgt. Vónandi ikki alt ov drúgt.  

Veðrið í vikuni – dag fyri dag.

Mánadagin:

Fyrrapartin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, við skiftandi skýlofti, sólglottum og ælaveðri, í støðum við vátakava ella heglingi. Fram ímóti middegi fer hann at koma lágt, og út á seinnapartin fer vindurin fer at vaksa til hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Tað dregur á luftina og fer at regna. Hitin 3 til 7 stig.

Týsdagin:

Skrið ella stormur vestaneftir, 18 til 23 m/s, skiftandi skýloft, sólglottar og okkurt ælið. Hitin millum 2 og 7 stig. Seinnapartin strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s. Um kvøldið minkar hann niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum við vátakava ella kava. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.

Mikudagin:

Strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, skiftandi skýloft, sólglottar og ælaveður, í støðum við vátakava ella kava. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 3 hitastig.

Hósdagin:

Fyrrapartin minkandi niður í lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl, men sum frá líður slítur í. Seinnapartin fer hann niður í landsynning, og veksur so líðandi til frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Tað dregur á luftina, og sum frálíður regn ella vátakavi. Hitin úr 2 kuldastium upp í 7 hitastig.

Fríggjadagin:

Fyrrapartin frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn, men sum frá líður ælaveður. Hitin 2 til 7 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð