Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vel Fólkaflokkin – eisini á Fólkating!

SKRIVAÐ: Beinir Johannesen  |  23.03.2026 - 19:29 Politikkur Tíðindaskriv

Okkara umboð fer í fulla tíð á Fólkatingi at umboða Føroyar og góðan fólkaflokspolitikk. Tí er tað av stórum týdningi, at fólkafloksfólk fara á val og stuðla Fólkaflokkinum á Fólkatingsvalinum í morgin.

 

Í morgin er annað av tveimum valum í hesi vikuni.

Summi halda, at tað fyrra ikki hevur stóran týdning – men tað hevur tað. Tað er ikki tað sama, um tú velur ein annan flokk ella sofuna.

Um tú ynskir góðan fólkaflokspolitikk, er alneyðugt, at veljarin stendur saman um Fólkaflokkin. Tú fært ikki Fólkaflokkin við at velja nakran annan.

Okkara umboð á Fólkatingi fer at arbeiða fyri at tryggja trygdina í gerandisdegnum við at styrkja løgregluna, so hon betur fær bast trupulleikum við rúsevnum og kynsligum brotsverkum.

Okkara umboð fer at virka fyri, at ynskini um størri sjálvræði í Føroyum verða vird og hoyrd í Danmark.

Okkara umboð fer at arbeiða fyri, at Føroyar fáa betri handilssambond til frama fyri okkara vinnulív.

Okkara umboð fer ikki at mótarbeiða landsstýrinum, eitt nú í sambandi við fiskiveiðuavtalur og yvirtøkur.

Okkara umboð fer í fulla tíð á Fólkatingi at umboða Føroyar og góðan fólkaflokspolitikk.

Tí er tað av stórum týdningi, at fólkafloksfólk fara á val og stuðla Fólkaflokkinum á Fólkatingsvalinum í morgin.

Gott val – og vel Fólkaflokkin, eisini á Fólkating!

 

Beinir Johannesen
formaður Fólkafloksins

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­flokku­rin: Valkafé í Skálanum
Vel Fólka­flokkin – eisini á Fólkating!
9 norð­oy­ingar stilla upp til Fólka­tingið
Klaksvíkar kommuna áleggur ikki meir ska…
Nú er stundin at savnast um eina sterka…
JAF kundi tað sama verið ein heilt annar…
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Nýggj veljara­kanning letur Sjálvstýri sl…
Magn: Nýggir oljutangar á Grótrætt fyri…
Skatta­reglur fyri arbeiðs­fólk uttanlands
Ríkisfelagsskapurin
Hví velja Miðfloksumboð í løgtingið?
Fólka­flokku­rin vil hava eina betri skatt…
Bíðilistar eru ikki vælferð
Hvarv aktivisman nú úr Løgtingi­num?
Ferðavinnan – ein stórur møguleiki
Fiska, ímeðan fiskur er!
Ódámlig og óvirðilig útlendsk uppíblandi…
Eitt hjartasuff
Hvussu við tónleiki og mentan?