Nú er stundin at savnast um eina sterka tjóðskaparrødd
Dagin fyri fólkatingsvalið og tríggjar dagar undan løgtingsvalinum er tað sera hugaligt at síggja, at veljarakanningar vísa stóra framgongd hjá Tjóðveldi.
Tað gevur okkum vón og áræði til komandi dagarnar.
Á Fólkatingi hava tey bæði sambandsumboðini mótarbeitt føroysku myndugleikunum, og teirra vallyfti er, at tey støðug fara at gera tað.
Føroyar mugu fáa eina tjóðskaparrødd á Fólkating og sambært veljarakanningini, so er Tjóðveldi einasta boðið. Tí er neyðugt, at tey, ið ynskja einar sjálvbjargnar Føroyar standa saman og velja Tjóðveldi í morgin. Verða sjálvbjargnisatkvøðurnar spjaddar á fleiri flokkar, fáa sambandsumboðini aftur fulla umboðan.
Veljarakanningin vísir somuleiðis, at lítið restar í, at vit fáa sjeynda løgtingssessin, ið kann tryggja, at tjóðarsemjan verður veruleiki.
Vit standa framman fyri avgerandi døgum, har hvør einasta atkvøða telur. Nú er tíðin at savnast og velja eina greiða kós fyri Føroyar.
Tjóðveldi arbeiðir fyri einum sterkari, frælsari og meira samhaldsføstum Føroyum, har vit sjálv taka ábyrgd av okkara framtíð.
Nú er stundin at standa saman fyri teg, meg og Føroyar.
– Sirið Stenberg, Tjóðveldi