9 norðoyingar stilla upp til Fólkatingið
Talan er um 7 menn og 2 kvinnur í Norðoyggjum, sum stilla upp til fólkatingsvalið í morgin. Av teimum 9 norðoyingunum eru 7 klaksvíkingar og 2 av øðrum plássum í Norðoyggjum.
Í Fólkaflokkinum stilla Árni Skaale, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Beinir Johannesenn, øll úr Klaksvík, upp. Sambandsflokkurin stillar Hermann Samuelsen og Jóan Petur Joensen upp, somuleiðis báðir úr Klaksvík. Javnaðarflokkurin hevur eittans valevni úr Norðoyggjum á listanum; Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen úr Klaksvík, og tað sama hevur Tjóðveldi, Eirik í Jákupsstovu í Klaksvík. Sostatt stilla stóru flokkarnir einans klaksvíkingar í Norðoyggjum upp til fólkatingsvalið.
Miðflokkurin stillar hinvegin tvey valevni upp úr ”útjaðaranum” í Norðoyggjum, nevniliga Steffan Klein Poulsen úr Norðdepil og Petur Asano úr Svínoy.