Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hesi bæði síggja út til at endurvinna fólkatingssessirnar. Javnaðarflokkurin á Fólkatingi suverént.

JAF kundi tað sama verið ein heilt annar flokkur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.03.2026 - 18:12 Politikkur Tíðindi

Har er himmalvíður munur á undirtøku fyri Lista C á Løgtingi og á Fólkatingi. Nýggjasta veljarakanningin, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin og FM1, gevur teimum uppstillaðu á javnaðarlistanum til fólkatingsvalið ein stórsigur, sum ikki er við mýkindum. Heili 40% av teimum spurdu siga seg fara at velja Javnaðarflokkin á Fólkating. Hin sessurin fer ikki óvæntað til Sambandsflokkin.

Veljarakanningin hjá spyr.fo fyri FM1 og Portalin er í tráð við kanningina hjá Lóðri fyri KvF, ið gav Javnaðarflokkinum 37,7%. Men hon er als ikki í tráð við kanningarnar til heimliga valið, ið geva Javnaðarflokkinum ein dyggan frammaná. Tí er líkt til, at Javnaðarflokkurin fer at stórsigra í morgin.

Til hetta valið gjørdi Javnaðarflokkurin eitt sats, sum var at stilla upp við fullkomiliga ymiskum listum til valini bæði. Annar var til Fólkatingið og hin til Løgtingið. Og í øllum førum tann fyrri sær út til at vera eitt plettskot. JAF í yvirskriftini merkir Javnaðarflokkurin á Fólkatingi, sum hevur ein sjálvstøðugan profil á sosialum miðlum.

Ongin ivi er um, hvør spísskandidaturin er, men tað kann gerast spennandi, hvør verður nr. 2 og harvið varafólk á listanum. Hini uppstillaðu eru óroynd í hesum sambandinum, og bert ein teirra hevur stillað upp til fólkatingsval áður.

Kanningin sigur, at størstur verður Javnaðarflokkurin við 40% av atkvøðunum; nummar tvey verður Sambandsflokkurin við 24,5%, og síðani kemur Tjóðveldi 17,3%, Fólkaflokkurin við 16% og aftastur Miðflokkurin við 2,2%. Harvið fáa Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin sínar sessir umaftur.

Meira kann lesast um kanningina her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­flokku­rin: Valkafé í Skálanum
Vel Fólka­flokkin – eisini á Fólkating!
9 norð­oy­ingar stilla upp til Fólka­tingið
Klaksvíkar kommuna áleggur ikki meir ska…
Nú er stundin at savnast um eina sterka…
JAF kundi tað sama verið ein heilt annar…
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Nýggj veljara­kanning letur Sjálvstýri sl…
Magn: Nýggir oljutangar á Grótrætt fyri…
Skatta­reglur fyri arbeiðs­fólk uttanlands
Ríkisfelagsskapurin
Hví velja Miðfloksumboð í løgtingið?
Fólka­flokku­rin vil hava eina betri skatt…
Bíðilistar eru ikki vælferð
Hvarv aktivisman nú úr Løgtingi­num?
Ferðavinnan – ein stórur møguleiki
Fiska, ímeðan fiskur er!
Ódámlig og óvirðilig útlendsk uppíblandi…
Eitt hjartasuff
Hvussu við tónleiki og mentan?