Realpolitikkur fram um signalpolitikk
Seinastu árini hava vit í vesturheiminum sæð eitt politiskt rák, har ideologiskir tankar ofta fylla
meira enn realistiskar langtíðar loysnir ella ætlanir. Hetta rákið sæst eisini aftur í politiska
landslagnum í Føroyum.
Eitt dømi er veðurlagslógin, sum varð borin niðan í tingið fyri kortum. Í hesi lóg bindur Føroyar
seg til eitt netto-null útlát í 2050. Tað er sjálvandi týdningarmikið at verja umhvørvið, men slík
mál eru fullkomliga órealistisk, sum støðan við grøna orkuskiftinum er nú. Samstundis er tað
sannlíkt, at elprísirnir koma at hækka og økja um útreiðslurnar hjá brúkarunum.
Vit síggja eisini hetta sama rák í ymiskum stuðulsskipanum. Til dømis fáa el-bilar stuðul í
vegskattinum fyri at vera grønir. Samstundis er veruleikin tann, at elbilar eru dubult so tungir
sum vanligir bilar og tí eisini slíta vegirnar nógv meira. Alt hetta er bert politikkur, sum ikki
kemur frá vælgrundaðum, logiskum, argumentum, men er heldur grundaður á ideologisk
idealir.
Tá hugsað verður um uttanríkis politikk, sæst sami trendur. Ætlanir hava verið frammi um at
kvetta fiskiveiði avtaluna við Russland. Slíkar ørvitis hugsanir høvdu hvørki gjørt til ella frá hjá
russarum, men høvdu hinvegin gjørt óbótaligan skaða á familjur í útnyrðings Føroyum. Hetta
er politikkur uttan jørðsamband, sum kann samanberast við at skjóta seg sjálvan í fótin í einari
roynd at gera øðrum manni mein.
Samanumtikið síggja vit eitt rák sum bert er høpisleysur signalpolitikkur. Hetta kemur ikki
at gera Føroyar til eitt betri land at búgva í. Tvørtur ímóti, skaðar hetta einstaka føroyska
borgaran fíggjarliga, um politiska skipanin letur seg stýra av hesari skilaleysu rørsluni.
Eg vil vera eitt umboð á Tingi, sum brúkar rationalitet og logikk at hugsa við, og ikki letur seg
stýra av kenslum og útlendskum politiskum rákum. Føroyar eiga at vera stýrdar av realiteti, ikki
av idealismu og puristiskum rákum úr útlondum.
Góði veljari – vel ein Hermann.
Hermann R. Samuelsen
Valevni fyri Sambandsflokkin