Sindur um sild
Bogi Simonsen, sølumaður á North Pelagic, greiðir frá søguligum marknaðum av sild - í Varpinum í kvøld
Hví er sild høgt í metum í nørkum londum og ikki í ørðum londum? Hvussu ber tað til at í Norðurevropa er sild ein partur av okkara matmentan og ikki aðrastaðir í Evropa?
Hvar eru teir stóru sildastovnarnir, og hvar verður sildin seld runt um í heiminum?
Á fyrilestrinum í Varpinum fer Bogi Simonsen at greiða nakað frá sildasøguni í Europa, hvussu europeara fingu smakk fyri sild og framvegis hava tað – Hvussu sild fyri øldum síðan varð ein handilsvøra og hvørjir marknaðir tá vóru.
Sindur um sildastovnar í Norður Atlantarhavinum og Norður Stillahavinum, sum eru hvør sín, og nakað um prís-áseting av sild og um teir ymsu sildamarknaðirnar, sum nú eru.
Bogi Simonsen í Varpinum hósdagin, 19. februar kl. 19.30