Torraskráin hósdag
Hósdagur 19.02.2026 hevur nógv ymiskt á skrá - kunna teg um skránna niðanfyri
Kl. 08.30-16.30 Ferðavinnudagar í Varpinum
VisitNorth vilja fegin vísa tykkum alt tað spennandi, tey hava at bjóða í Norðoyggjum. Føroyska ferðavinnan, ferðaleiðarar, undangongufólk á hotellum, incoming, outgoing. Ja, snøkt sagt øll, sum hava áhuga í tí, VisitNorth hevur at bjóða – verða boðin til ein ferðavinnudag í Varpinum.
Kl. 10.00 Betesda – Torrakafé
Ásmund Olsen, skipari, fortelur um sjólív sítt – Ásmund, sum hevði sín serliga uppvøkstur í Svínoy, har hann tíðliga fekk sín settning fyri við torvarbeiði, hjálpa til í hoyna, vera við á floti við teimum eldru, fór sum heilt ungur til skips og tók seinni skiparaskúlan. Hann hevur verið nógv á sjónum og hevur nógv at siga frá. Nógv tey seinnu árini við Kjølbro-trolarum.
Seinasti túrurin heim gjørdist nakað annarleiðis og drúgvur, sum hann sigur eitt sindur frá. Ásmund Olsen á Torradøgunum um sjólív sítt á Torrakáféini í Betesda, hósmorgunin, har eisini nógvur tónleikur og sangur er á skrá við KaféBólkinum. Eisini verður boðið gott Torrakaffi saman við einum góðum køkubita og Torrapráti.
Kl. 11.00-20.00 Café Fríða
Hvønn dag í Torravikuni – sí Frida.fo Vit borðreiða eina fríska salat við føroyskum Jákupsskeljum, og mangosós. Umframt serstaka rættin hesa vikuna borðreiða vit við: - Fríða fiskasuppa við hýsu og bolla - Brokkolisalat við bakaðum laksi - Croissant við rækjum
Kl. 11.30-15.00 Angus opið
Sí matskrá og bílegg borð á Angus.fo ella tel. 457777. Serligur Torra-borðseðil
Kl. 13.00-17.30 Blákrossbúðin í klaksvík
Klaksvíksvegur 65 Klæðir kunnu keypast og latast inn allar dagar. Vælkomin inn á gólvið!
Kl. 14.00 -16.00 Varpið - Foyerin Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk í kjallaranum í Varpinum. Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag.
Kl. 14.00 Klaksvíkar Bókasavn SmábarnaCafé
Hugni fyri smábarnaforeldur við børnum á barnabókasavninum. Sanna Brandal verður við og fer at tosa um skiftið frá at vera heima og til at fara á stovn.
Kl. 15.00-18.00 Dávavirkið - Reyðikrossbúðin Eitt ár síðani Reyðakrossbúðin læt upp í Klaksvík – vit bjóða kaffi og køkur. Kom og vitja – gott kaffi er á kannuni og gott prát.
Kl. 16.00 Smæran
Ásmund Olsen, skipari, hugleiðir um barnadagar í Svínoy. Barnaárini í Svínoy í 1950 og 60-árunum vóru merkt av sterkum felagsskapi, tí dagliga arbeiðinum, sum øll vóru ein natúrligur partur av. Børn spældu nógv saman og brúktu náttúruna sum sítt stóra spælipláss: Um heystið spældu vit við horn uppi á Hamri, og í fjøruni við bátum og smáum skipum, og stóðu á tunnustavnum, tá kavin lá. Kaffi er eisini á kannuni og gott prát afturvið.
Kl. 16.00-18.00 Gallarí Á Stongunum Listaframsýning við Heidi Petersen og Jákup Lervig. Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar, 16. februar – 1. mars, er listaframsýning í Gallarí Á Stongunum
Kl. 16.00 Norðoya Gongufelag
Fylgið við inni á Norðoya Gongufelag á facebook um møguligar gongutúrur verður og nær.
Kl. 16.00-18.00 Dragin
Opið skip umborð á Draganum. Til ber at kunna seg um virksemið umborð á skúlaskipinum. Kokkurin bjóðar kaffi.
Kl. 17.00-21.30 Angus opið
Sí matskrá og bílegg borð á Angus.fo ella tel. 457777. Serlig Torramatskrá – alla vikuna: - Forrættur – rækjubland. - Høvuðsrættur – grillaður laksur frá Bakkafrost. Alt hetta fyri einans kr. 199,- / vanliga kr. 259,-
Kl. 19.00 og kl. 20.30 Spinnaríið – á loftinum
Okkurt ræst á loftinum í Spinnarínum – bíligt skemt, dirvi og ótálmaður látur. Klaksvíkar sjónleikarfelag – Klingrugarður 10. Klaksvík. Atgongumerkir á kr. 100,- á www.atgongumerki.fo
Kl. 19.30 Varpið
Bogi Simonsen, sølumaður á North Pelagic – Sindur um sild. Hví er sild høgt í metum í nørkum londum og ikki í ørðum? Sild partur av okkara matmentan, men ikki aðrastaðir í Evropa. Sildasøgan í Europa og teir ymsu marknaðirnir, nú eru.