Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ásmund Olsen á hósdagskaféini í Betesda

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  18.02.2026 - 20:30 Mentan Tíðindi

Ásmund Olsen hevur havt sjógvin sum sínalívsleið, síðani hann var bert 14 ára gamal

Nú, 73 ára gamal, hevur hann eitt langt og ríkt sjólív at líta afturá. Hann hevur siglt í mong ár í harðbalnaðu umstøðunum við Grønland og í Barentshavinum, har arbeiðið kravdi bæði dirvi og úthaldni.

Eisini hevur hann verið við línu heilt yviri við Brasilien, har sjólívið var øðrvísi, men eins krevjandi.

Hesir tóku skiparaprógv summarið 1975. Høgni Joensen, Hans Martin Lydersen, Petur Eystberg, Virgar Oknadal, Jens Fuglø, Joan Hendrik Dam Fremra rað: Jakup Eli Eidesgaard, Ólavur Djurhuus, Caisi Petersen, Tórur Gudmundsen, Ásmund Olsen, Eyðfinn Olsen, Janus Olsen.

Ásmund hevur m.a. verið saman við teimum hjá Mortani úr Hvanasundi, Benna Joensen, seinastur 20 árini siglt Kjølbro-trolarunum.

Gjøgnum eitt langt lív á sjónum hevur Ásmund savnað sær ómetaligar royndir og nógv ymisk minnir, um eitt drúgvt lív tætt knýtt at havinum.

Seinasta túrurin heim, gjørdist nakað drúgvur, sum verður komið eitt sindur inn á.

Har verður eisini nógvur tónleikur og sangur á skrá við KaféBólkinum. Eisini verður boðið gott Torrakaffi saman við einum góðum køkubita og Torrapráti.

Betesda, Hósdagskaféin 19. februar kl. 10.00

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ásmund Olsen á hósdagskafé­ini í Betesda
Café Gloria við besta Torramati í Skálan…
Lyklaleikari hjá KÍ missir alla fyrru há…
Hósdagin 19. februar verður stór ferðavi…
KÍ spælir síðsta venjingardystin
Torradagar á Skúlatrøð
Er kuril á tráðnum í samgonguni?
Bjargingarbrøgd í KFUM & K
2025 var heitasta árið á Landgrunni­num í…
Torratingið avlýst!
Magnus Rasmussen stillar ikki uppaftur
Beinir spyr um Kalsoyar­leiðina
Januar 2026 - hvussu royndist veðrið?
Torramatur í Skálanum kl. 11.30 - 17.00…
Petur á Roykheyggi í Betesda í kvøld
Oyggja­fundur um undirsjóvar­tunnil
Framvegis stórt trýst á bústaðarmarknaði…
Torraskráin Mikudagin
Bílig fígging ger dýrar verkætla­nir lokk…
Brøgd á sjónum
Lýsing