Beinir spyr um Kalsoyarleiðina
Munnligir fyrispurningar eru á skrá til tingfundin, ið byrjar kl.11.00. Í dag spyr Beinir Johannesen um framtíðina á Kalsoyarfarleiðini, og er fyrispurningurin soljóðandi:
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Kalsoyarfarleiðin
Spurningar:
1. Hvat fer tað at kosta at dagføra ferjuleguna á Syðradali til nýggju ferjuna?
2. Skulu dagføringar eisini gerast í Klaksvík?
3. Hvat fer ein nýggj kalsoyarferja at kosta?
4. Hevur landsstýrið gjørt nakra meting av, hvat ein tunnilsfarleið hevði kostað?
5. Hvat hevði ein tunnilsfarleið kostað sammett við hesar dagføringar av sjóvegis sambandinum?
Viðmerkingar:
Teistin hevur verið til royndarsigling á kalsoyarleiðini, og er niðurstøðan tann, at Teistin ikki kann røkja farleiðina, tí bryggjukanturin er ov stuttur. Um Teistin skal sigla á kalsoyarleiðini, so skal bryggjukanturin leingjast við 60-70 metrum, men tað skal óansæð gerast, tá nýggja ferjan kemur, hevur Strandferðslan staðfest.
So tað eru kostnaðarmiklar broytingar, ið skulu gerast, tá nýggj kalsoyarferja skal setast í sigling. Tað hevur fingið fleiri at sett spurnartekin við, um tað fíggjarliga ikki hevði loyst seg betur við einum tunli frameftir.
Tá tað kemur til Suðuroyartunnilin, so hevur verið víst á frá landsstýrinum, at ein tunnil í longdini er ein sparing, tí bæði rakstur og nýíløgur í ferjur vera spard frameftir, meðan raksturin av einum tunli er væl bíligari.
Í løtuni hevur man í hyggju at gera dagføringar av sjóvegis sambandinum til Kalsoynna, men í hesum sambandi er upplagt at vita, hvat ein tunnilsfarleið kostar sammett við hesar dagføringar.
Fyri at fáa greiðu á hesum verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 18.februar 2026
Beinir Johannesen