Hitt íverksetararnar
Íverksetarahúsið bjóðar inn til prát, framløgur og kaffi - Opið hús frá kl. 15 - 18. framløgur kl. 16.
Frágreiðing um tiltakið:
Á skránni verður ein góður drekkamunnur og fýra stuttar, spennandi framløgur frá nøkrum av íverksetarunum, sum húsast í Íverksetarahúsinum. Framløgurnar byrja klokkan 16:00.
Íverksetararnir fara m.a. at greiða frá:
Síni bakgrund
Hvat tey arbeiða við til dagligt
Hvat tær tænastur og loysnir tey bjóða
Tey, sum hava framløgur, eru:
- Dávið Klein Sundsskarð, stjóri í fyritøkuni Minteo
- Sólgerð Andreassen, rithøvundur og týðari
- Martin Rauff Dahl, stjóri og stovnari av fyritøkuni Sterk
- Elin Neshamar Olsen, málfrøðingur
Eftir framløgurnar verður netverkan og høvi at práta við íverksetararnar í hugnaligum umhvørvi.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin!
Íverksetarahúsið! Týsdagin, 17. februar 2026 - Kl. 15.00 - 18.00
á Garðavegi 57