Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Torraskráin týsdag

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  17.02.2026 - 07:00 Mentan Tíðindi

Nógv ymiskt á skrá alla Torravikuna - Kunna teg um týsdagsskránna niðanfyri

Týsdagur 17.02.26

Kl. 09.30 Emmaus
Menn hittast í Emmaus til sang og eina andakt, morgunkaffi og prát. Hjartaliga vælkomnir.

Kl. 11.00-20.00 Café Fríða
Hvønn dag í Torravikuni Vit borðreiða eina fríska salat við føroyskum Jákupsskeljum, og mangosós. Umframt serstaka rættin hesa vikuna borðreiða vit við: - Fríða fiskasuppa við hýsu og bolla - Brokkolisalat við bakaðum laksi - Croissant við rækjum

Kl. 11.30-15.00 Angus opið
Serligur Torra-borðseðil.

Sí matskrá og bílegg borð á

Angus.fo ella tel. 457777.

Kl. 13.00-17.30 Blákrossbúðin í Klaksvík, Klaksvíksvegur 65

Klæðir kunnu keypast og latast inn

allar dagar. Vælkomin inn á gólvið.

Kl. 14.00-16.00 Varpið – Foyerin
Norðoya Listafelag sýnir fram

listaverk í kjallaranum í Varpinum.

Ein afturlítandi framsýning við

verkum hjá Norðoya Listafelag.

Kl. 15.00-18.00 Íverksetarahúsið
Opið hús á Garðavegi 57

Hitt íverksetararnar! Kl.16.00 Framløgur.

Kl. 16.00-18.00 Gallarí Á Stongunum

Listaframsýning við Heidi Petersen og Jákup Lervig. Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar, 16. februar - 1. mars er listaframsýning í Gallarí Á Stongunum.

Kl. 16.00 Smæran
Søgan um Verdandi Óli Jacobsen, sum hevur skrivað nógv um skip og sjólív, greiðir frá serligu søguni um Verdandi. Verdandi varð bygd í Great Yarmouth í 1888. Í 1922 – 20. mars keypir J. F. Kjølbro sluppina úr Reykjavík og merkir hana KG 380. 1937 verður Verdandi seld til Símun á Høgabóli. Verdandi fór av Fuglafirði 16. oktober 1944, har teir tóku ís. Um miðdagsleitið 26. oktober 1944 fór Verdandi av Siglufirði, men hon kom ongantíð vegin fram. Kaffi og prát eftir frásøgnina hjá Óla um Verdandi, er eisini á skrá

Kl. 17.00-21.30 Angus opið
Sí matskrá og bílegg borð á

Angus.fo ella tel. 457777.

Serlig Torramatskrá – alla vikuna:

- Forrættur – rækjubland.

- Høvuðsrættur – grillaður laksur

frá Bakkafrost.

Alt hetta fyri einans kr. 199,- / vanliga kr. 259,-

Kl. 19.00 Klaksvíkar bókasavn
Bindiskeið við Sáru Mrdalo frá Navia. Vit fara at binda ymiskt struktur- og holmynstur. At hava við: Ermastokkar nr. 4 (umleið) og hóskandi tógv, minst tveir ymiskir ljósir litir, saks og blýant. Ein kaffimuður verður at fáa í steðginum. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Kl. 19.30 Varpið
Silas og Fuglarnir Fyrilestur um føroyskan fugl. Hvat er serstakt? – Hvussu er gongdin hjá fuglastovnum? Silas Olofson og frálíku myndir hansara greiða fra fuglinum. Eisini verður komið inn á árinið á náttúruna við tunnilsverkætlanina til Soðuroyar

Lýsing
Seinastu tíðindini
Daria: - Nú tosi eg flogbólts føroyskt
Savningarmentan
Torraskráin týsdag
Hugnakvøld í Skálanum
Torrasýning á Stongunum
Listaframsýning á gamla Seglhúsinum
Wenzel Nordic Cup 2026 verður størsta ho…
Torrasýning í gamla Seglhúsinum
Torra-listaframsýning í Varpinum
Upphav kring landið
Gongur móti ljósari tíðum
Nógvir KÍ-leikarar á lands­liðnum
Nú skulu stóru sløgini standa
Theresa hugleiðir um ferða­vinnu­dagin
Hugnakvøld í Skálanum
Eitt uppercut til Kringvarpið!
Vinstri og Sambands­flokku­rin: Fíggja Suð…
Torraskráin mánadagin
Mjølnir kvinnur eru tryggjaðar FM finalu…
Eyðun Nolsøe á Summar Festivalin
Lýsing