Hugnakvøld í Skálanum
Í kvøld varð skipað fyri føstulávintshugna í Skálanum, har Klaksvíkar Dansifelag stóð fyri hugnakvøldinum
Byrjað varð klokkan 19.30 við einum góðum kaffi- og temunni, síðani drúgvum og góðum felagssangi og góðum frásagnum. Noel Joensen og Jónleif Johannesen spældu lystiliga undir til sangin á guitar og harmoniku.
Klokkan 21.30 varð farið uppá gólv har m.a. Vaagen varð kvøðin. Síðani varð kvøðið í ein tíma ymisk løtt kvæði og lættar vísur.
Vaagen
Eg fór mær til Íslands í fjør,
– tað hevði eg ætlað so leingi –
at vinna mær pening og síggja meg um
sum aðrir dugandi dreingir.
Men fram rann Vaagen, yvir hav
hon mangan vin førdi.
Vaagen stóð í Føringatíðindi 1894:4. Jóan Petur Gregoriussen (IPG) yrkti hesa vísu, um ein ringan túr í oktober 1888 við tí norska skipinum, Vaagen. Teir mundi gingið burtur undir Fugloynni við føroyskum útróðrarmonnum og fiskagentum, ið høvdu verið í Íslandi.
Lagið er “Ebbe Skammelsøn”.
Tiltakið var ókeypis, har øll eru hjartaliga vælkomin. Tó at tað var kalt og ófísið, møtti nakað av fólki.