Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvør hevur rætt? Anna ella Erling?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.02.2026 - 10:00 Poddar Politikkur Tíðindi

Í sætta parti av poddinum “Búskapur í øllum” viðger Johnny í Grótinum búskaparligu avleiðingarnar av størri føroyskum sjálvræði og sjálvbjargni.

 

 

Fimm av seks flokkum hava gjørt breiða semju um at samráðast við donsku stjórnina um størri sjálvræði, serliga fyri at fáa betri handilsavtalur.

Í ár 2000 vóru fullveldissamráðingar millum Føroyar og Danmark. Tær førdu ikki á mál. Men búskaparliga endaðu tær kortini ikki í null. Ríkisveitingin varð skorin við einum triðingi – niður í 642 milliónir krónur. Veitingin bleiv síðani tann sama næstu 20 árini.

Í hesum samgonguskeiðnum er ríkisveitingin lækkað við 100 milliónum – niður í 542 milliónir. Og saman við øðrum veitingum eru samlaða árliga fíggingin úr danska statskassanum umleið 1 milliard krónur.

Løgmaður hevur meldað greitt út, at samgongan ynskir størri sjálvræði.

Og í kjakinum um størri sjálvræði fúka tølini um høvdi á okkum veljarum. Anna Falkenberg, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, fekk onkran grafikara at snikka sær eina mynd til at leggja á Facebook, har hon gjørdi rokningina upp fyri fullveldi til 2,5 mia.kr. Anna metti soleiðis eyka rokningina til NATO fara at vera 1,4 mia.kr.

Erling Eidesgaard í Tjóðveldi var skjótur at svara Onnu aftur, har hann fýltist á, at Sambandsflokkurin pumpaði útreiðslurnar upp (eitt nú við hasum 1,4 mia.kr. til NATO) og “gloymdi”, at útflutningsinntøkurnar fara at økjast, tá Føroyar fáa fleiri handilsavtalur í lag sum fullveldi.

Í seinasta partinum av poddrøðini “Búskapur í øllum” verða búskaparligu avleiðingarnar av at gerast sjálvstøðugt land í einum ríkjafelagsskapi útgreinaðar. Tað er Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum og útbúgvingarleiðari á Setrinum, sum viðger málið saman við undirritaða.

Poddurin kann hoyrast her.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…
SKA- Emmaus 90 ár
Jógvan framførir í Testovuni hjá Marin M…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Lyon Hansen á Country Festivalinum
Tiltøk í vikuni