Torraskráin Mikudagin
Fylg við skránni mikudagin, har Torratingið tíverri er tikið av skrá. KvF hevur raðfest annarleiðis og fær ikki manna lið
Mikudagur 18.02.26
Kl. 11.00-20.00 Café Fríða
Hvønn dag í Torravikuni. Vit borðreiða eina fríska salat við føroyskum Jákupsskeljum, og mangosós Umframt serstaka rættin hesa vikuna borðreiða vit við: - Fríða fiskasuppa við hýsu og bolla - Brokkolisalat við bakaðum laksi - Croissant við rækjum
Kl. 11.30-15.00 Angus opið
Serligur Torra-borðseðil.
Sí matskrá og bílegg borð á
Angus.fo ella tel. 457777.
Kl. 10.00 KFUM & K
morgunderkka við góðum hugnapráti
Kl. 10.45 KFUM & K - Brøgd á sjónum
Finn Hansen úr Sørvági greiðir frá, tá ið manningin á Robert Mærsk bjargaði flóttafólkum í 2014 og 2015. Teir tóku 728 flóttafólk upp, úr trimum søkklaðnum bátum í Miðalhavinum, norðan fyri Libya. Tó var tað ikki bara sum at siga tað, at fáa flóttunum nýtt tilhaldsstað. Vitjið matstovurnar í býnum, Amarant, Café Fríðu, Testovuna Marin Malenu, Reyðleyk og Angus – eisini bjóðar Café Gloria í Skálanum tað stóra fiskaborðið mikudagin, og tað sama ger Tekniski Skúli leygardagin í Torravikuni.
Kl. 11.30 - 17.00 í Skálanum
Tað stóra fiskaborðið frá Café Gloria skipar fyri. Tú kanst velja millum fleiri fiskarættir, lippur, kjálkar, knettir, frikadellur, saltfisk, feskan fisk, livur og rogn og nógv annað gott. Góður ræstur fiskur, garnatálg, gott spik er enntá á borðseðlinum. Eisini verður kaffi/te og køkur omaná. Gjald: kr. 250,-
Kl. 13.00-17.30 Blákrossbúðin í Klaksvík Klaksvíksvegur 65 Klæðir kunnu keypast og latast inn allar dagar. Vælkomin inn á gólvið
Kl. 14.00-16.00 Varpið - Foyerin
Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk í kjallaranum í Varpinum. Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag.
Kl. 15.00-18.00 Dávavirkið Reyðikrossbúðin
Kom og vitja – og keypið okkurt.
Kaffi er á kannuni.
Kl. 15.00-18.00 Gamla Seglhúsið
Frí listaframsýning
Kl. 16.00 Smæran
Bogi Hansen, havfrøðingur greiðir frá broytingum í hitanumi sjónum. 2025 var heitasta árið á Landgrunninum í meiri enn eina øld. Hvørjar avleiðingar kann hitnandi sjógvur hugsast at fáa fyri fiskin á landgrunninum? Kaffi og prát eftir frásøgnina hjá Boga Hansen, er eisini á skrá.
Kl. 16.00-18.00 Gallarí Á Stongunum Listaframsýning við Heidi Petersen og Jákup Lervig. Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar, 16. februar - 1. mars, er listaframsýning í Gallarí Á Stongunum.
Kl. 17.00-21.30 Angus opið
Serligur Torra-borðseðil.
Sí matskrá og bílegg borð á
Angus.fo ella tel. 457777.
Kl. 19.00 Varpið – Fiskivinnukjak
Tiltakið avlýst! Kvf raðfest annarleiðis - fekk ikki mannað lið!
Politikara, landsstýrisfólk saman við fólki frá fiskivinnuni venda trupulleikum og møguleikum í fiskivinnuni – Eisini hvussu til ber at tillaga lóggávuna til tað besta fyri fiskivinnuna, eins og útflutningin av hesi fyrsta flokks vøru. Tað er samstundis at fegnast um, at útróðrarflotin hevur havt eina rættiliga góða byrjan uppá árið. Hesar broytingar verða umrøddar í árliga fiskivinnutinginum á Torradøgunum í Klaksvík. Jón Brian Hvidtfeldt er vertur, og verður sent beinleiðis í útvarpinum og stroymt á Norðlýsinum. Tú kanst eisini vera við og siga tína hjartans meining
Avlýst!
Kl. 19.00 Norðoya Bátafelag
Í gamla roykivirkinum, Faktorsvegur 6
Spælt verður sjavs í felagshølunum.
Øll hjartaliga vælkomin.