Café Gloria við besta Torramati í Skálanum
Vegna umvælingar og umbygging hjá Umsorganarheiminum, Gloriu við Stangarvegin, er avrátt, at stóra, flotta Torra-fiskaborðið verður í Skálanum í ár á Torradøgunum.
Tað hevur verið siðvenja, at Café Gloria hevur við á Torraskránni við tí stóra fiskaborðinum, mikudagin 18. februar á Torradøgunum.
Hópin av fólki plagar leita sær til hetta forkunnuga mattilboðið í Torravikuni – Men sum sagt verður matstovan og hetta spennandi tilboðið flutt niðan í Skálan í ár vegna umbygging í Gloriu.
Tað er altíð nógv ymiskt at velja í, sum hoyrir Torratíðini til – Fleiri ymiskir fiskarættir, lippur, kjálkar, feskur fiskur, livur og rogn, stoykt flak, knettir, frikadellur, saltfiskur og nógv annað gott. Góður ræstur fiskir, garnatálg, gott spik plagar eisini at vera á borðseðlinum!
Eisini verður kaffi, te og køkur omaná - Alt hetta fyri bert kr. 250,-
Mikudagin 18. februar 2026 í Skálanum kl. 11.30 – kl. 17.00.