Bjargingarbrøgd í KFUM & K
Í morgun varð boðið til góðan drekkamunn í KFUM & K, har Finn Hansen úr Sørvági skuldi greiða frá brøgdum at bjarta trimum bátum við flóttarfólki norðanfyri Libya fyri 12 árum síðan.
Fyrst byrjaði Finn við søgum og myndum um abba sín, Theodor Thomaesen, sum gjørdist 107 1/2 ára gamal.
Hann róðið nógv út á gamalsaldrinum og gavst ikki fyrr enn, hann var nærri 100 ár, tá ið hann seldi bátin til Suðuroyar.
Tá ið Gadaffi í 2011 varð skotin, uppstóð ruðuleiki í Libya og fólk tóku at flíggja í smáum vánaligum bátum.
Einaferð eru teir ávegis við gassolju til Libya við Robert Mærsk, har Finn er skipari. Teir fáa fráboðan um, at 30 fjórðingar vestanfyri bátin hevur ein lítil bátur sent út neyðarkall.
Teir funnu bátin og tóku fólkini umborð – 313 fólk. Tann elsta konan var 80 ár og tað yngsta barnið 5 mánaðar.
Áðrenn høvdu teir spurt Mærsk-kontórið, um teir kundu taka fólkini upp, og tað høvdu teir fingið loyvi til.
Tá ið talan var um ein tangabát, var strangt eftirlit við, at eingin hevði vápn ella tendrarar o.t. Tey vóru svong og tyst og høvdu ligið 24 tímar í sjónum, har báturin lak illa.
Kokkarnir gjørdi hópin av rís og nakað av kjøti til gestirnar, sum ikki sluppu inn í skipið, men máttu verða á dekkinum. Teir gjørdu teimum WC á dekkinum, sum var ein avkubbað oljutunna við nøkrum fjalum omaná.
Fleiri teirra vóru toturerað og mátti takast hond um tey.
Avrátt varð at sigla móti Italia og avlevera fólkini í Sicilia. Har bíðaðu tey í 5 tímar eftir mynduleikum úr Italia, sum skuldi taka sær av fólkunum.
Síðani lá leiðin aftur til Libya. Dagin eftir rópar eitt amerikanskt herskip á Robert Mærsk, og boðaði frá, at teir høvdu sæð tveir bátar, og um teir kundi fara at leita.
Funnu fyrst annan við 92 afrikanarum. Tey vóru illani fyri og fjáltur á teimum. So fingu tey boð um, at vera friðarlig, um ikki, so var báturin sleptur. So kom friður á, og fólkini vórðu tikin umborð á Robert Mærsk.
Tey høvdu goldið kr. 5000 hvør fyri ferðina og bátin og fingið at vita, at tað tók eini 5-6 tímar at sigla yvirum. Men báturin var søkklaðin og høvdu tey siglt í 24 tímar, uttan at verða komin nakra leið. Við øllum hevsum fólkunum umborð, gekk báturin ikki meir enn 3 míl.
So aftur til Sicilia – og síðan aftur til Libya fyri triðju ferð – nú fingu teir at vita, at ein triðji báturin var sokkin. So at leita eftir fólki - leitaðu við mobbátinum.
Funnu einki fólk, men ein maður var tikin upp av eini kystvaktini, og hesin maðurin greiddi frá, at bert hann yvirlivdi.
Frá Libya lá leiðin nú til Sardinia – og enn einaferð boðaði kystvaktin frá einum báti við 324 fólkum - fleiri teirra børn.
Tey høvdu eisini ligið 24 tímar í bátinum uttan mat og drekka – og har var ikki minni enn 36 stig.
Umráðandi er, sum sagt at skjalprógva væl, hvussu nógv fólk eru komin umborð!
Kokkurin aftur at gera mat - 700 máltíðir - tvær máltíðir um dagin!
Ávegis til Sisilia funnu teir ein annan bát við 100 fólkum, men tá fingu teir ein annan bátat kom eftir hesinum bátinum.
Hetta vóru stór bjargingarbrøgd, sum hóast alt gingu væl. Seinni lá eitt skip í 38 dagar við hópin av fløttum og bíðaði, til myndigleikar vildu sleppa fólkunum í land.
Tilsamans hevði Finn Hansen í Miðvági bjargað 728 fólkum. Hann undraðist á, hvar øll hesi fólkini eru endaði, og hvussu teimum mundi ganga? Nú eru 12 ár liðin síðani bjargingarnar.
Um 70 fólk vóru í KFUM & K at lurta eftir hesi spennandi frásøgnini