2025 var heitasta árið á Landgrunninum í meiri enn eina øld
Dagligar mátingar av sjóvarhita byrjaðu við Mykineshólm 1. januar 1914. Starvsfólk við vitan loraðu eina spann við termometri í niður í sjógv og lósu hitan.
Tað hevur neyvan altíð verið tespiligt, og aftan á 1939 komu alt fleiri glopp í mátingarnar.
Hesar mátingarnar endaðu í 1969, og so var eitt langt glopp, til vit á Havstovuni fóru undir hitamátingar við Oyrargjógv í juni 1991 við sjálvvirkandi mátitólum. Tað eru tí bara nøkur av árunum í tíðarskeiðnum 1914–2025, at mátingarnar úr Føroyum eru nóg nógvar til at rokna eitt álítandi ársmiðal.
Tey árini eru víst við reyðu kassunum á myndini. Serliga eru glopp frá 1949 til 1991; men til alla lukku hava skotskir havfrøðingar mátað sjóvarhitan eystantil á føroyska landgrunninum síðan 1950. Hitin frá teirra mátingum sæst á tí bláu linjuni myndini.
Tey árini, har hitin er mátaður bæði úr Føroyum og av skotum, vísir myndin gott samsvar. Við at skoyta allar mátingarnar saman kunnu vit tí fáa eina góða heildarmynd av gongdini alt tíðarskeiðið 1914–2025.
Sum heild hitnaði Landgrunnurin frá 1914 til 1960. So kólnaði hann; men mitt í 1990-unum fór hann aftur at hitna. Leingi var 2003 tað metheitasta árið; men so kom 2025, sum var væl heitari. Samanbera vit, so var sjógvurin innast á Landgrunninum í 2025 umleið hálvtannað stig (1,5°C) heitari enn í 1914.
Í framløguni verður henda gongdin umrødd, og roynt verður at útgreina hví hesar hitabroytingar hava verið. Náttúrligar broytingar í havinum vestan fyri okkum gera, at viðhvørt kemur meiri av sjógvi úr heitum økjum; men aðrar tíðir kemur meiri frá køldum økjum.
Aftrat hesum kemur tann globala upphitingin, sum stavar frá, at vit menniskju hava sprænt so nógv CO2 og onnur evni út í luftina. Roynt verður eisini at spáa, hvat vit kunnu vænta okkum komandi árini.
At enda verður komið inn á, hvørjar avleiðingar hitnandi sjógvur kann hugsast at fáa fyri fiskin á okkara landgrunni.
Bogi Hansen verður í Smæruni – Mikudagin 18. februar kl. 16.00 – Kaffi og prát aftaná