Lyklaleikari hjá KÍ missir alla fyrru hálvu
Dyggur smeitur fyri KÍ.
33 ára gamli René Shaki hevur verið ein týdningarmikil leikari hjá KÍ síðani hann kom til felagið í 2022. Tað sum er serligt við honum er, at hann kann spæla so nógv ymisk pláss, og tað ger ein slíkan leikara eyka týdningarmiklan fyri ein hóp, tá skaðar og leikbann raka.
Tað hevur eisini verið frammi, at René spældi við einum skaða stóran part av kappingarárinum í fjør og nú kemur rokningin. Tað fjalir René heldur ikki og sigur, at hann var vitandi um møguliga avleiðingarnar, tá hann valdi at spæla í fjør. René hevur verið til kanningar, og boðini eru, at hann skal binda frið í fleiri mánaðar. Tað er torført at seta dagfesting á, men René hevur sum mál at blíva klárur til altjóða dystirnar hjá KÍ í summar. Men hann sigur, at mann veit ikki, hvussu long tíð gongur, tí tað eru fleiri mánaðir á muni millum bestu og vánaligastu framtíðarmynd. Men tað er sannlíkt, at hann í øllum førum missir allar ella nærum allar dystirnar í heimligu kappingini áðrenn summarsteðgin.