Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað eru heilt stórir profilar hjá Sambandsflokkinum í Norðoyggjum og Eysturoy, ið seinastu 2 árini antin hava meldað seg úr flokkinum ella boðað frá, at tey ikki stilla upp aftur til komandi val

Hvat verður av Sambandsflokkinum norðanfyri?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.02.2026 - 06:31 Leiðarin Politikkur

Stórslúkurin Magnus Rasmussen úr Lamba boðaði Norðlýsinum frá ígjár, at hann ikki stillar upp aftur til komandi løgtingsval, ið verður seinni í ár. Hann legst tí afturat Jaspuri Langgaard, ið hevur havt sæti á tingi stóran part av valskeiðnum, men sum heldur ikki stillar upp aftur. Hartil vita vit, at fleiri valevni við tríciffraðum atkvøðutali hava meldað seg úr flokkinum, og tað er serliga í landnyrðings-Føroyum, t.e. Norðoyggjum og Eysturoy, at mannfallið er stórt

 

 

Í 2024 meldaði Bjørn Kalsø, fyrrverandi tingmaður og landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin, seg úr flokkinum vegna landbúnaðarpolitikkin hjá flokkinum. Hann stillaði ikki upp til valini í 2019 ella 2022, men var áðrenn tað ein av heilt stóru profilunum hjá flokkinum norðanfyri, og var fyrsti sambandsmaður, sum í fleiri mannaminni varð valdur fyri flokkin í Norðoyggjum.

Í 2025 var sambandstingkvinnan Eyðdis H. Niclasen ein av uppskotssetarunum til uppskotið um liberalisering av fosturtøkulógini, og tað viðførdi eitt reiðiligt ”exodus” úr flokkinum. Edva Jacobsen úr Fuglafirði, fyrrverandi tingkvinna fyri Lista B, meldaði seg úr flokkinum sum beinleiðis fylgju av tí, og tað sama gjørdi Áron Vest úr Klaksvík. Jaspur Langgaard úr Leirvík, búsitandi á Nesi, boðaði síðani frá, at hann ikki stillar upp aftur, tó at hann ikki var líka bersøgin um orsøkina.

Og í gjár bórust so tíðindini um, at Magnus Rasmussen er mettur av politiskum døgum og eiheldur stillar upp aftur til Løgtingið. Tilsamans fingu Magnus, Jaspur, Edva og Áron 1.303 atkvøður til seinasta løgtingsval. Helgi Abrahamsen er harvið einasta umboðið úr Eysturoy og Norðoyggjum, ið bæði kann sita inniverandi setuna og ta næstu. Eisini hann var ónøgdur við handfaringina av fosturtøkumálinum, men hann hevur síðani fingið slættað sjógv.

Frimodt Rasmussen, ið sat á tingi 2019-2022, gjørdist ov stuttur til seinasta løgtingsval, men hevur sitið sum 2. varamaður fyri flokkin og hevur verið inni okkurt tíðarskeiðið sum avloysari. Enn er ongin fráboðan komin um, hvørt hann stillar upp aftur til løgtingsvalið í ár, men tað kann væl hugsast. Nú eru í hvussu er nógvar atkvøður leysar, og Sambandsflokkurin stendur til at halda tørn sambært veljarakanningunum. Tað fer tó sjálvsagt at valdast, hvørji valevni hann fær stilla upp í staðin fyri tey, sum nú eru givin ella gevast eftir hesa setuna.

Flokkurin er eisini trýstur frá øðrum síðum enn norðanfyri. Sámal Hanni Lognberg úr Skopun tók seg eisini úr flokkinum av somu orsøk sum Edva og Áron. Kaj Leo Holm Johannesen hevur at kalla sagt seg vera samdan í at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land, hóast restin av flokkinum er ímóti. Og óváttað tíðindi hava verið at hoyrt um, at fólkatingslimurin Anna Falkenberg møguliga fer at bjóða Bárði á Steig Nielsen av sum forfólk. Hetta seinasta skal sjálvsagt takast við fyrivarni.

Men tað verða serliga Norðoya Sambandsfelag og Samhald, ið veruliga mugu bretta upp um armar komandi tíðina. Tað verður ikki bara sum at siga tað at finna avloysarar fyri so stórar profilar sum tey, sum nú leggja frá sær ella longu hava gjørt tað, men tað kann eydnast.

Spurningurin er so, um borgarstjórin í Klaksvík, Karl Johansen, kann verða skotin upp, men skuldi hann gjørt tað og verið valdur, varð uttan iva neyðugt at siga annan sessin frá sær; veljararnir í dag góðtaka ikki so væl dupultmandat til fulltíðarembæti longur. Hinvegin kann hitt sambandsumboðið í Klaksvíkar Býráði, Hermann Samuelsen, vera eitt gott boð upp á eitt valevni, sum Norðoya Sambandsfelag hevur í kikaranum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torraskráin hósdag
Hvat verður av Sambands­flokki­num norðanf…
Reyðakrossbúðin fyllur 1 ár
Ásmund Olsen á hósdagskafé­ini í Betesda
Café Gloria við besta Torramati í Skálan…
Lyklaleikari hjá KÍ missir alla fyrru há…
Hósdagin 19. februar verður stór ferðavi…
KÍ spælir síðsta venjingardystin
Torradagar á Skúlatrøð
Er kuril á tráðnum í samgonguni?
Bjargingarbrøgd í KFUM & K
2025 var heitasta árið á Landgrunni­num í…
Torratingið avlýst!
Magnus Rasmussen stillar ikki uppaftur
Beinir spyr um Kalsoyar­leiðina
Januar 2026 - hvussu royndist veðrið?
Torramatur í Skálanum kl. 11.30 - 17.00…
Petur á Roykheyggi í Betesda í kvøld
Oyggja­fundur um undirsjóvar­tunnil
Framvegis stórt trýst á bústaðarmarknaði…
Lýsing