Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Tað er er aloftast tað serstaka, tað lítla og tað nærverandi, sum setur seg væl í minni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.02.2026 - 13:45 Mentan Tíðindi Vinna

segði Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini millum annað í røðu sínari tá hon setti ferðavinnuráðstevnuna í Varpinum fyrrapartin.

 

Vit prenta røðuna niðanfyri. 

 

 

Ferðavinnudagur 2026!

Ein friðarligur vármorgun í heimbygdini, grasið grør og blómur spretta. Heimbygdin angar av gróðri og vónríkum døgum.

Áartutl, fuglaljóð og tín egni hjartasláttur er tað, ið setur dagsskránna.

Tú trínir út um og nýtur friðin, angan og ljóðið, sum vit halda er serliga sertakt hjá okkum. Er hetta ein lýsing av einari farnari tíð? Ella er hetta nakað vit klara at halda fast í?

At ferðast er at liva, hoyra vit oftani. Tað er heldur ikki ókent, at tú hittir føroyingar allastaðni úti í heiminum, tí má sigast, at hetta er nakað, sum føroyingar hava tikið til sín, og gera sær dælt av.

At ferðast er at liva!

 

Men hvussu liva vit, tá ið vit ferðast? Og hvussu tilvitað eru vit um umhvørvið vit ferðast í?

Eg meti, at vit ongantíð áður hava verið so tilvitað um týdningin av, at vit skulu liva í samljóð við náttúru, umhvørvi og familju, úti sum heima!

Hetta hevur í manna minni verið ein sjálvfylgja, men sum vit nú skulu krevja okkara rætt til. Tí eiga vit sjálvsagt at seta orð á, hvussu vit ynskja okkum at verja tað, sum fyri okkum er ein sjálvfylgja.

Í løtuni standa vit mitt í tí! Vit vilja halda fast í tí siðbundna, men flyta okkum samstundis við rúkandi ferð.

Júst í hesum døgum er tann skrivandi stundin, har vit orða okkara ferðavinnupolitikk. Og hetta er heilt víst eitt arbeiði, sum er meira umráðandi enn fleiri geva sær far um.

Lagnan fyri (einamest) útjaðaran, smáplássini og tey støð flest ferðafólkini leita sær til, kann liggja í orðingini, sum nú verður arbeitt við.

 

Tí er tað gleðiligt og neyðugt, at øll tit, sum eri í ferðavinnuni og rundan um, hava møguleikan at verða við, nú ferðavinnupolitikkurin verður orðaður.

Føroyingar hava altíð verið og eru eitt gestablítt fólkaslag. Hetta vilja vit framhaldandi hava á okkum.

Men fyri at tað skal lata seg gera, er neyðugt, at tey, sum eru ávirkað av ferðavinnuni, summi meira og summi minni, koma til orðanna soleiðis, at vit hoyra søgurnar um, hvat virkar væl og hvat virkar minni væl.

 

Um vit ikki seta kumpassið nú, er ikki sikkurt, at vit framhaldandi koma at hava eitt umdømi, sum eitt gestablítt fólk. Mentan og fólk eru so ymisk, ymisk frá stað til stað. Og verða mørk og virðir ikki vird, er skjótt at missa okkum sjálv burtur.

Seinastu árini hevur gestablídni eisini ment seg til at verða eitt vinnuligt virksemi. Eitt virksemi, sum fyri nøkur, er ein góð inntøkukelda og tað er gott.

 

Spurningurin er so, um vit klára at halda fast í ta gestablídni og tey virðir, vit sum føroyingar hava fingið í vøggugávu, ella um vit missa okkum sjálv, mentanina og harvið trivnaðin, ið var fyri hesi nýggju inntøkukeldu.

Eg haldi, at um vit hava dirvi at taka avbjóðingina, so klára vit við okkara dugnasemi at bróta koduna, so vit fáa eitt sindur av báðum, tí ið var og tað, sum er.

Stóra takk til tykkum øll, sum geva íkast til góðar ferðaupplivingar í okkara nærumhvørvi.

 

Vit kenna tað sjálvi. Tað er er aloftast tað serstaka, tað lítla og tað nærverandi, sum setur seg væl í minni. Tí eru øll hugskot og øll íkast kærkomin, onki ov smátt og onki ov annarleiðis.

Við hesum fari eg at ynskja tykkum ein góðan ferðavinnudag, har TIT seta dagsskránna og finna tað sum gangar tykkum, náttúru og samfelagnum best.

Spennandi verður at síggja hvat dagurin í dag hevur at bjóðað.

Hvørji tilboð bjóða vinnuveitarar longu í dag? Fáa vit innlit í nýggj hugskot, hitta vit nýggjar vinnuveitarar, og verður úrvalið størri og litfagrari? Alt liggur opið.

 

Tí enn sprettur blóman, enn tutlar áin og enn hoyra vit hjartasláttur, spurningurin er bara, um vit loyva okkum at varnast tað og virðismeta tað.

Takk fyri!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Barbara nýggj forkvinna í Suður­streymoya…
Norðoya Bátafelag á Torradøgunum
Ásmund um barnaár­ini í Svínoy
Sindur um sild
Ásmund um barnaár­ini í Svínoy
- Tað er er aloftast tað serstaka, tað l…
Myndarøð: Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Ferðavinnu­ráð­stevnan í Varpinum sett
Torraskráin hósdag
Hvat verður av Sambands­flokki­num norðanf…
Reyðakrossbúðin fyllur 1 ár
Ásmund Olsen á hósdagskafé­ini í Betesda
Café Gloria við besta Torramati í Skálan…
Lyklaleikari hjá KÍ missir alla fyrru há…
Hósdagin 19. februar verður stór ferðavi…
KÍ spælir síðsta venjingardystin
Torradagar á Skúlatrøð
Er kuril á tráðnum í samgonguni?
Bjargingarbrøgd í KFUM & K
2025 var heitasta árið á Landgrunni­num í…
Lýsing