Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vita og gita merkja ikki tað sama, Liljan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.12.2025 - 09:39 Leiðarin Politikkur Vinna

Liljan Weihe sigur seg vita, at Russland brúkar vanlig fiskiskip og vanligar russarar til fregnartænastuvirksemi í Føroyum. Um hon veruliga veit hetta – t.v.s. ikki bara situr og gitir – hví fer hon so ikki til løgregluna og PET í staðin fyri at bíða eftir langsamiligu nevndarviðgerðini í Uttanlandsnevndini? So hevði effektivur stoppari verið settur fyri tí beinanvegin.

 

Liljan Weihe hevur skrivað lesarabræv við heitinum ”Føroyar sum russiskur miðdepil í Norðuratlantshavi”, har hon sigur, at ”vit” hvønn dag síggja Russland føra hybridkríggj. At ”vit” vita, at Russland brúkar vanlig fiskiskip og vanligar russarar til fregnartænastuvirksemi í Føroyum. Og at hesi somu ”vit” vita, at Russland fyrireikar seg til at fremja eina vápnaða innrás í eitt NATO-land.

Er sannleiksvirði í tí, sum Liljan her sigur, er tað sjálvandi álvarsamt! Men passar tað?

Spyrt tú vanliga føroyingin, um hann ella hon veit tað, sum Liljan sigur seg (og tey) vita, so er svarið nei. Tí um ein føroyingur veit um vanligar russarar, sum spionera í Føroyum, ja, so fer hann til løgregluna við tí longu sama dag! Um ein havnarfúti veit tað, sum Liljan sigur vera almenna vitan, nevniliga at russisk fiskiskip við kai í Føroyum verða brúkt til spionasju, so hevur hann skyldu til at fara til myndugleikarnar við tí. Var tað hent, vistu vit av tí.

Fyri ikki at tala um, at um embætisfólk í Føroyum vita tað, sum Liljan ”veit”, at ein vápnað innrás í eitt NATO-land er ávegis, ja, so fer viðkomandi embætisfólk sjálvandi beinavegin til løgmans við tí, sum so undirrættar NATO-høvuðsborgina í Bruxelles og stjórnina í avvarðandi NATO-landinum.

Og alt hetta kann Liljan Weihe eisini gera sjálv, liggur hon veruliga inni við allari hesari vitanini, sum hon sigur ”okkum” liggja inni við. Hon kann fara til myndugleikarnar við hesi vitanini og fáa allar russarar grýttar av landinum og russisk-føroyska fiskiveiðisamstarvið hjá Peturi Reinert, Ellinti Paturssyni og Finnboga Ísakssyni uppsagt við brestin. Og tað tykist vera tað, Liljan vil hava, so hvørjum bíðar hon eftir? Hon hevur neyðugu vitanina, sigur hon sjálv, og hon hevur sum politikari og fyrrverandi journalistur og tíðindaleiðari avgjørt øll forbindilsini.

Er hendan vitanin til staðar, so eigur Liljan at deila hana við pressuna og við relevantu myndugleikarnar, heldur í gjár enn í morgin. So skulu vit nokk síggja handling.

Men! Tað kann hon bara, um talan veruliga er um vitan. Og her koma vit kanska til kjarnan í málinum.

Er talan bara um gitingar, so nyttar onki at fara til hvørki pressu ella myndugleikarnar. Tá verður man ikki tikin fyri fult – og tað av røttum. Bæði miðlarnir og myndugleikarnir fáa helst nógvar fráboðanir um líkt og ólíkt, og tá talan bara er um óundirbygdar illgitingar ella týðiligan frían fantasi, so verður tað – av røttum – bara lagt til viks fyri at brúka orkuna uppá okkurt fruktabetri enn skuggaboksing við innbiltar spiónar.

Okkara áheitan á Liljuna Weihe skal tí vera hendan: Far til myndugleikarnar og/ella miðlarnar við hesi vitanini, tú sigur teg hava (og sigur okkum hava) og lat teir hyggja at myndum, skjølum ella hvat fyri tilfari tú nú einaferð byggir tína vitan á. Tað skuldi verið løgið, um teir allir avvístu teg, um tú kemur við vitan so konkretari, sum tú gevur til kennar at liggja inni við í lesarabrævinum.

Sum fyrrverandi journalistur veitst tú alt um, hvussu man dokumenterar ein pástand. Ger tað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ókend Klaksvíkarsøga jarðað í gamla kirk…
Vita og gita merkja ikki tað sama, Lilja…
Læt okkum skriva eina lóg sum passar til…
Mjølnir vann tvær ferðir 3-0 á Fleyr í f…
HANDAN DEYÐANS DYR - Nýggj bók frá forla…
Friðarligt flytingarvindeyga hjá KÍ
Nýtt føroyskt start-up
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Greining: Ongin Suðuroyar­tunnil kann bja…
Ankerstjerne á Voxbotn 2026
Frændur á G! 2026
Jóla­gestu­rin vitjar Norðlýsið
Jóhan Klakstein í Klaksvík vann lutakast…
Stóra jóla­blaðið í gerð
Hendan er nýggjur vøddaviðgeri hjá KÍ
Trump-stuðlar hava keypt seg inn í grønl…
”Eitt søguligt politiskt lágmark” og ”va…
Fosturtøkumálið samtykt - woke brigadan…
Brynja Høj nýggjur Stjørnuleikari
Tá WC kom í skúlan í Hvannasundi