Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fantastiskt! Frálíkt ljóðføri við framúr klangi – Men legði afturat í sama viðfangi: Ein fantastiska ljóðgóð høll við frálíkum akustikki - Eg komi fegin aftur! | Mynd: Dávur Winther

Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  02.07.2025 - 18:07 Mentan Myndarøð Tíðindi

Lovorðini, sum LAURA FARRÉ ROZADA fær frá heimspressuni á heimasíðu henna eru óendalig.

Hon hevur sambært korti sínum, heitið Dr. Laura Farré Rozada, pianist, matematikari og granskari - og hevur eina PhD í støddfrøði. Støddfrøðina brúkar hon lutvíst til at granska tónleik við, umframt at hon m.a. ger sær lærufrymlar við støddfrøðikunnleika sínum.

Laura hevur spælt um allan heimin og vunnið hópin av virdum heiðurslønum í øllum heimspørtum.

BBC og aðrir ummælara skíra hana eina “Rísandi stjørnu” og eitt “Nýtt talent”.

Henda heimsstjørnan hevur umvegis Summartínar funnið vegin til Klaksvíkar, har hon í gjárkvøldið spældi hugtakandi á ALLAR tangentarnar á flyglinum í Varpinum.

Vit fingu eina ljóðmyndi at hoyra, sum vit ikki visku hetta serstaka flyglið hevði – frálíkurklandur og ymisklittur dynamikkur. Enn einaferð sum at sita við ein altjóða pall.

Nógv tað mesta spældi hon uttan nótar av handahógv – eksperimenterandi tónleik sum hjá m.ø. Olivier Messiaen. Eisini spældi hon “Sjey bakkatellur” eftir Sunleif Rasmussen, sum vóru nakað meira “kryddaðir” og torgreiddar tó við kingo- og kvæðafarra uppií, sum hon spældi eftir nótum.

Jú, hon hugtók áhoyrarnar í Varpinum og fylti hvønn krók við sínum frálíka spæli. Hon endaði við einum meira romandiskum Tangostykki, spælt við kærleika og hegni.

Á heimasíðu hennara skrivar ein ummælari um eina av konsertum hennra: “Bravo! Beautiful! Very dramatic and a tremendous performance. Sounds orchestral, just as I imagined it, and the timing is wonderful all the way. Very poetic. You were born for this kind of piece [Makrokosmos], for your accuracy and the dynamics, especially for the way you handle them.” George Crumb - Composer. 

Hon verður søgd at vera ein av teimum mest virdu listafólkum í hennara ættarlið – 35 ár, við hópin av heiðurslønum.

Tá ið Laura við liðug at spæla eftir fleiri eykaløg vegna drúgvu klappini, kom hon frá til áhoyrarnar og beyð sær at svara spunginum.

Ein vildi hoyra meira um hvussu støddfrøðin kundi hjálpa henni at minnast torfør stykkir, har hon bygdi ella spann sær støddfrøðiligar frymlar fyri at hjálpa sær at minnast serliga torføru stykkini.

Ein annar vildi vita – tá ið hon nú hevði ferðast um allan heimin at spæla í ymsum størri og minni tónleikaskálum, hvussu hetta flyglið var at spæla á? “Fantastiskt! Frálíkt ljóðføri við framúr klangi” – Men legði hon afturat í sama viðfangi: “Ein fantastiska ljóðgóð høll við frálíkum akustikki”.

Spirio

Eftir at fólk vóru farin, vístu vit Lauru spirio-tøknina á flyglinum, har tað ber til at taka upp og endurhoyra, júst tað, tú hevur spælt. Hetta hugtók hava nógv og spældi hon fleiri stykki inn, sum hon vildi hava fílurnar sendandi av.

Vit greiddu henni frá, at fyri kortum hevði verið ein spirio-konsert í Varpium, har ein maður sat og spældi í Noregi, sum vit sóu og hoyrdu umvegis videotøkni, meðan hann spældi. Flyglið í Varpinum endurgav hansara spæl í teirri løtu, hann spældi.

Hetta var burtur úr vón og viti i hennara hugaheimi, so hugtikin var hon. Hetta hevði hon ikki upplivað áður. Tí kom eisini upp møguleikin við, at Laura Farré Rozada hevði frálæru á flyglinum í Varpinum frá t.d. Barcelona hagani hon er ættað. Jú, tað gleddi hon seg til.

Prátið og spælið, sum Laura eisini tók upp á síni telefon, meðan flyglið avspældi hennara spæl, bleiv drúgvt og hugtakandi. Tá ið klokkan var farin av 22 talaðu Sunleif Rasmussen og Ólavur Jacobsen at. Teir høvdu koyrt hana til Klaksvíkar: “Nú koyrir burrurin aftur til Havnar”, søgdu teir, og so noyddist Dr. Laura Farré Rozada at takka fyri seg. Men segði fleiri ferðir, ”Eg vil fegin koma aftur higar at spæla” – "Hetta var hugtakandi”!

Heimasíðan hjá Laura Farré Rozada | Pianist, Mathematician and Researcher

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival