Kythira! -Ella kanska ikki?
Hansa Maifríða Glerfoss bloggar
Tann 11.juni, fór eg úr Athen og setti kós ímóti oynni Kythira. Eg tók metroina til flogvøllin og var frammi um nýggju tíðina. Eg var tjekkað inn umvegis netið, tað hevði ein góður vinmaður syrgt fyri. Hetta, umframt, at eg bara havi hondviðføri við mær, fær ferðina at kennast so leikandi lætta.
Alt gekk, sum fótur í hosu. Eg fekk alla ta kunning mær tørvaði viðvíkjandi flogferðini umvegis teldupost á fartelefonina, so tað gekk nakað so ógemeiniga smidliga fyri seg og eg fann fram til røttu gate-ina í góðari tíð.
Hóast, at eg sá røttu kunningina, at tað á skerminum varð ávist til oynna Kythira, so fekk eg brádliga, púrasta burturúr ongum, sum av gomlum vana, ferðafebur.
Komin í flúgvarin bar eg ótta fyri, at eg á onkran margháttilgan hátt var ávegis til skeiva oyggj.
Tankameldurin fór ein túr heilt út á vetrarbreytina við mær og eg sá fyri mær í ondini, at eg endaði á oynni Kypros.
Eg bleiv heilt órólig. Ja, nú vóru góð ráð dýr! Eg fyrireikaði meg í hugaverðini til at hetta mátti dyljast sum mannsmorð. Eg mátti, so í øllum førum, bara tiga tað burtur og bryggja onkra undarliga viklaða søgu um, at ferðin var útsett og eg tí varð seinkað út á røttu oynna, Kythira.
Í øllum førum, so mátti tað ikki henda, at ein sál frætti tíðindi frá útlandinum um kúluna, ið var endað á skeivari oyggj av berum ósketni. Noy, so «guudøtenar». Ver ikki púra ør/-ur! Tað mátti fyri alt í verðini ikki henda.
Eg hugsi, at eg var hildin, sum í sálini frostbitin, úti í kuldanum av vetrarbreytarhugflogi mínum, okkurt um ein tíma, men lukkutíð endaðu vit á rættari oyggj.
Takk og lov fyri tað, tí hitt, ið eg sá tóna seg fram í hugflogi mínum, hevði ikki verið niðurafturlagt.
Á, tann lætti, tá eg hoyrdi flogskiparan í hátalaranum, tá hann bað okkum festa trygdarbeltið og fyrireika okkum til innflúgvingina til oynna Kythira.
Hetta var sum søtur tónleikur í mínum oyrum. Ja, so søtur, at tað veruliga lætti um ta annars buldraligu innflúgvingina vegna síðuvind og turbulens.
Vit lendu í øllum góðum á røttu oyggj og eg fegnaðist.
Kl. var 12.14, tá flogfarið parkeraði við flogvøllin í Kythira. Eg loysti beltið har eg sat og smíltist fyri meg sjálva eftir míni egnu íspunnu hugmóð. Tá var tað, at tankin sló meg: «Lær tað so Hansa góða, ver ikki stúrin. Alt er gott, júst sum tað skal!»