Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.06.2026 - 18:24 Ítrottur Tíðindi

(Dystarfrásøgn) Mest óvæntaða tapið hjá KÍ í fleiri ár kom í dag, tá botnliðið undan 15. umfari vann í Klaksvík.

Tað lá ikki í kortunum undan dystinum, at nummar 10 skuldi vinna í Klaksvík, har eitt botn 5 lið ikki hevur vunnið síðani ÍF vann 4-2 í juli 2016. Nærum eingir miðlar vóru møttir upp, fjepparafelagið hjá 07 Vestur var ikki møtt upp, fáir KÍ-áskoðarar oru møttir upp, men tað skuldi heldur ikki ganga long tíð, so kundi staðfestast, at KÍ-liðið heldur ikki var møtt upp.

 


Móðir KÍ-leikarar

Norðlýsið hevur í onkrari grein longu undan kappingarbyrjan víst á, at stóra avbjóðingin hjá KÍ, sum hevur elsta hópin í deildini, í landskappingini í ár fór at koma, tá liðið fór at spæla landskappingardystir millum altjóða dystir, um KÍ kom til røkkstøkk dystirnar, tí hetta hevur søgan víst. Enn eru altjóða dystirnir ikki byrjaðir, men støðan í dag líktist eitt sindur, tí tað hava verið fýra-fimm dagar millum síðstu dystirnar. Hesaferð vóru fýra dagar síðani, og tá bleiv spælt longd leiktíð, har fleiri leikarar á báðum liðum høvdu krampa. Longu í hálvleikinum í dag mátti Jákup Biskopstø út við trupulleikum í rygginum.

 


Fýra broytingar

Magnus Powell hevði valt at gera fýra broytingar í uppstillingini. Gaston Tellechea hevði leikbann, Deni Pavlovic var skaddur, meðan Jonn Johannessen og Jean Carlos vóru á bonkinum. Spurningurin er, um KÍ skuldi gjørd fleiri broytingar, men tá Erlend Hustad var skaddur eins og allir hinir, ið frammanundan hava verið skaddur síðstu tíðina, so vóru tað bara Dávid Reynheim og Hampus Nesstrøm, sum kundu byrja afturat.

Allan fyrra hálvleik sást, at KÍ-leikararnir vóru illa upplagdir. Helst móðir eftir tveir krevjandi dystir í Sarpugerði við 10 móti 11 ein hálvleik og so 120 minuttir í Runavík. Men teir sum komu frískir inn vístu ikki nakað ørvisi spæl, men sum eisini kann skyldast manglandi dystarvenjing.

Í fyrra hálvleiki skapti KÍ ongan málmøguleika, meðan KÍ-verjan einaferð fekk forðað skotið hjá 07 Vesturi at enda í málinum. 0-0 lýsti væl gongdina í fyrra hálvleiki.

 


07 Vestur skoraði einasta málið

Í seinna hálvleiki fór KÍ at spæla nakað frægari, og onkrir møguleikar komu. Men 07 Vestur var eisini væl við og hótti fleiri ferðir m.a. við at fáa fimm hornaspørk. Um miðjan seinna hálvleik kom Casper Gedsted at standa leysur á brotssteigarmarkinum og hann smekkaði bóltin í málið. KÍ legði eitt trýst á og móti endanum hevði Sebastian Wille tvær framúr bjargingar, tá Árni Frederiksberg og Páll A. Klettskarð høvdu góð skot. Men bara eitt mál kom og so kundu uppmøttu áskoðararnir fara til hús við einum skelkandi úrsliti. Hjá KÍ vegna eitt vónbrot, meðan 07 Vestur-viðhaldsfólkini fingu ein av minniligastu dystum nakrantíð.

 


Vánaligt tíðspunkt at verða móðir

Hjá KÍ er hetta eitt sera vánaligt tíðspunkt at hava móðar leikarar og nógvar skaðar. Tí kappingarárið verður í stóran mun avgjørt hesar vikurnar vit eru í nú. Um fimm dagar spælir KÍ á útivølli móti oddaliðnum NSÍ og fýra dagar seinni á heimavølli í Champions League móti Bissen.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival