Lýsing
Lýsing
Lýsing
Miðnáttarsamkoman varð hildin kring Varpið | Mynd: Dávur Winther

Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther  |  28.06.2026 - 12:51 Leiðarin Mentan Myndarøð

Norðoyastevnan, ið var stak væl eydnað, undirstrikaði virðið hjá Mentanarhúsinum Varpinum fyri Klaksvík. Umframt beinleiðis virksemið innanfyri var tað eisini í miðdeplinum fyri fleiri uttanduratiltøk og hæddarpunkt á stevnuni. Tað var eina Klaksvík í rívandi menning, vit sóu spíla seg út á stevnuni.

 

(Leiðari úr blaðnum fríggjadagin 26. juni)

 

Norðoyastevnan er farin aftur um bak, og láturin hevur lagt seg eftir samgongusamráðingarnar í Spinnarínum saman við Gilla og blaðstjóranum á Norðlýsinum. Klaksvíkingur var bert eittans sekund ov stuttur, KÍ er til at kenna aftur, og tað væl, og har hevur ikki verið at hoyrt nakað keðiligt um Norðoyastevnuna 2026, sum fer í søguna sum ein av teimum heilt frægu.

Varpið vísti seg frá síni allarbestu síðum – í fleirtali, tí tað var ikki eiti á fjølbroytnum virksemi, mentanarhúsið hevði at bjóða. Alt frá at vera endastatión á forkunnuga Einar’s Whisky Walk yvir konsertir hjá Klaksvíkar Hornorkestri v.fl., livandi tónleik uttanfyri, 90-ára føðingardagin, framsýningar við føroyskum klæðum, listaframsýning, siðsøguligari framsýning, stóru Norðoyastevnukoncertina hjá Annfinni & Co. og til Föroya Bjór Lounge hevði Varpið at bjóða.

Miðnáttarløtan við røðuni hjá Sjúrði Skaale um Grím Lassen, felagssangi og fýrverki var uttan samanbering hæddarpunktið, og aftur her var snúningsásin Mentanarhúsið Varpið. Inni í húsinum varð borðreitt við Haraldssundskaffi við viðskera úr Búðadali, og tað gekk heilt einfalt upp í eina hægri eind við tað, sum fyrifórst framman fyri Varpið.

Tað kann kanska kennast eitt sindur sorgblítt at flyta seg úr Vágstúni, men hvørt við sínar náðir. Skrúðgongan, helst tann longsta nakrantíð, sunnudagin helt gamlan sið í hevnd, og kommunan hevur hug at lata stevnuna verða setta á Biskupstorgi, men tað skerst ikki burtur, at fólkið hevur tikið Varpið til sín sum nýggja natúrliga miðpunktið til høgtíðir í Klaksvík. Harvið er ikki sagt, at alt skal noyðast inn á somu kvadratmetrar við gamla Posthúshornið; als ikki. Vit eiga at lata tingini ganga sína gongd og finna sína natúrligu legu, júst sum tey hava gjørt higartil.

Norðoyastevnan ber boð um, at summarið er í hondum, og hetta summarið hevur nógv spennandi at bjóða. Pisurnar verða í skrivandi stund (20. Juni) floygdar og finna flog, heimsmeistarakappingin í fótbólti er fyri vestan hav, hinar summarstevnurnar og festivalarnir verða kring landið, KÍ skal út at royna seg móti teimum bestu í Europa, eins og vit ikki ivast í, at Klaksvíkingur fer at gera alt fyri at knógva havnarmonnum á sjónum. 

Norðlýsið blaðið fer nú í summarsteðg, men verður aftur til dystin fús, tá enn eitt av stóru tiltøkunum verður í Klaksvík. Talan er um Føroya Sjómannadag, ið verður í døgunum kring leygardagin 22. august, og Norðlýsið, sum kemur út 14. august, verður á tremur við tilfari um, og í sambandi við, sjómannadagin.

Vit halda sjálvsagt á við heimasíðuni og netradio-sendingunum Komið øll við, Skotið og Nøglini alt summarið. Vit hava fingið fatur í David Thomassen og Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir, sum fara undir summarsendingina Frískt lot. Sent verður tríggjar ferðir um vikuna frá G! til Summarfestivalin.

Við hesum orðum vil Norðlýsið ynskja øllum lesarum og lýsarum eina góða summarfrítíð og ein góðan Summarfestival í august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará