Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  26.06.2026 - 16:57 Lesarabrøv Tíðindi Veðrið

Sunnari parti av Vesturevropa er í hesum døgum raktur av einari ógvusligari hitabylgju. Vit hava hoyrt um tað í útvarpi og sæð tað í sjónvarpi. Internetið fult at myndum og søgum frá tí nógva hitanum, sum onkrastaðni hava havt ræðuligar fylgjur.

Hitabylgjan fer ikki at koma til Føroya! Vit liggja ov langt norðuri. Í staðin fyri rekur hampuliga lýggj luft ímóti Føroyum úr havinum – hann liggur av útsynningi, og hitin er upp í 14 stig.

Í stóru myndini – tær sum eru tiknar úr fylgissveini – sæst blá luft úr Norðurafrika og langt norðureftir, heilt norður til Norðurskotlands. Haðani og longur norður eru tjúkt skýlag, og undir har onkrastaðni eru Føroyar.

Fyrradagin – t.e. mikudagin – fóru vit við Atlantsflogi beinleiðis úr Føroyum til Spania. Úr økinum undir tjúkka skýlagnum til tað bláa, klára og heita økið í Suðurevropa.

Setti meg í stól 5F – t.e við vindeygað í stýriborð. Fekk sera gott útsýni, og so at hugsa, hvussu væl tað sást úr flogfari, at við fóru út vestanvindsbeltinum niður í subtropurnar – úr 14 stigum og samdrignum lofti til nógv fleiri hitastig og eisini munandi hægri UV-vísital.

Tók nakrar myndir út ígjøgnum vindeygað, og niðanfyri havi eg sett nakrar av teimum við teksti niðriundir í einari roynd at greiða frá túrinum suðureftir, sum tók 3½ tíma.

Mynd 1 – 8 minuttir eftir fráferð. Júst komin upp ígjøgnum tað tjúkka skýlagið, sum lá yvir Føroyar og alt økið kring Føroyar. Tað tók nakrar minuttir at komu upp ígjøgnum. Undir okkum og vestureftir rak lýggja luftin ímóti Føroyum og setti næstan alla vætuna á luftina. Longst burturi vestureftir stungu skýggini seg longur upp, og har var helst regnað.

 

Mynd 2 – 45 minuttir eftir fráferð, og Norðurskotland var undir okkum. Vit vóru komin suður um luftrákið, sum var ímóti Føroyum. Tað var skýggjað til hálvskýggjað undir okkum við miðalstórum bøklaskýggjum. Sólglottar í Skotlandi og einki avfall.

 

Mynd 3 – 1 tími eftir fráferð. Myndin er nokkso óklár, men har var ikki so nógv at síggja – uttan ein partur av motorurinum á flogfarinum. Soleiðis var útsýnið av 5F, líka til vit komu til Suðurfraklands 2 tímar seinni.

 

Mynd 4 – næstan 3 tímar eftir fráferð úr Vágum sóust Pyrineafjøllini. Tey eru markið millum Frakland og Spania. Lendið undir okkum allan vegin suður ígjøgnum Frakland er flatt við endaleysaum teigum av ymiskum slagi, puntaðir í ferhyrningar og so onkur býur. Ikki serliga áhugavert út erva. Lufthavið líka óinterressant. Klárt og bakandi sól. Men so kom broyting í. Pyrineafjøllini steðga luftrákinum og beina luftina uppeftir. Har er nógv kaldari, dampurin tættist til dropar, og tjúkkir bøklar eru niður um fjallatindarnar. Líkist nógv dagligum skýlofti í Føroyum.

 

Mynd 5 – 3 tímar eftir fráferð úr Vágum. Vit fara niður ígjøgnum skýlagið, sum lá yvir Pyrineafjøllini. Høg bøklaskýggj – cumulus congestis. Einki regn undir teimum.

Tá ið vit vóru komin suður um markið til Spania, kom flogskiparin í hátalaran og segði, at vit fóru at lenda um 20 minuttir ella so.

Hann fortaldi um veðrið, at í Barcelona var eitt lítið lot av útsynningi, 3 m/s, klárt og sól. Hitin lá um tey 28 stigini. Hann segði einki um UV-vísitalið, men eg havi googlað meg fram til 5,0, sum bendir á eina toluliga vandastøðu, har verja tó er neyðug við klæðum og/ella sólkremi.

28 stig eru ikki so óvanligt fyri Norðurspania hesa ársins tíð, so kanska hitabylgjan var farin langt norðurum? – jú, tað var hon. Lág yvir Fraklandi og hevði hug at førka seg eystureftir, fann eg útav um kvøldið.

Tær altíð óføru og blíðu flogternurnar fortaldu okkum, at vit skulu rokna við langari bíðitíð eftir viðførinum, tí so nógv flogfør lendu um hesa tíðina á degnum. Gevi tol og drekki nógv vatn, tí tað er so heitt.

Eftir tað kom vognurin aftureftir við vatnfløskum frá Føroyar Bjór. (Føroya Bjór er ikki altíð stuttflutt!)

Mynd 6 – eitt sindur meiri enn 3 tímar eftir fráferð úr Vágum. Vit eru oman fyri Norðurspania.

Barcelona sær gott út úr erva. Liggur út til Miðalhavið, og tað var spegilsblankt. Nakað av skipum sóust, og vit flugu runt eina løtu, áðrenn vit lendu.

Tá ið spurt,varð hví vit sirkuleraðu har uppi, var skemtiliga svarið frá onkrum, at soleiðis slapst undan at bíða eftir viðførinum so leingi!

Alt íalt ein sera góður túrur við Atlantsflogi. Fráferðin úr Vágum var seinkað 20 minuttir orsakað av mjørka, so vit fóru so avstað og komu trygt fram. Bussurin, sum skuldi koma eftir okkum og koyra okkum til Santa Susanna stóð og bíðaði, júst sum vit høvdu bílagt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival