Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.06.2026 - 12:37 Ítrottur Tíðindi

KÍ spældi eina sera krevjandi hálvfinalu við longdari leiktíð við elsta liðnum í deildini og longu fýra dagar seinni er aftur landskappingardystur.

KÍ er inni í mest avgerandi tíðarskeiðnum hetta kappingarárið við toppdystum, hálvfinalu og skjótt altjóða dystum.

 

Góður møguleiki at brúka hópin?

Sunnudagin hevur KÍ heimadyst móti 07 Vestur, sum liggur aftast í deildini, men sum tó ikki er nakað vánaligt lið, sum KÍ bara avgreiðir uttan viðari. Men skal KÍ gera gagn av stóra hópinum, so er hetta dysturin, har tað skal gerast. Tí eina viku seinni er útidystur móti oddaliðnum NSÍ og so byrja altjóða dystirnir. Í gjár mátti Odmar Færø av vøllinum við skaða og fleiri leikarar hjá báðum liðum tóktust hava krampa í løtum av hesum dysti. KÍ hevur ikki ráð til at fáa fleiri skaðar til lyklaleikarar undan avgeandi dystum, sum koma eftir hendan. Men samstundis hevur KÍ ikki ráð til at seta stig til ein slíkan dyst í tætta toppstríðnum og frá royndum undanfarnu ár, so vita vit, at møguleikin fyri at KÍ fær tað torført økist nógv, tá stór útskifting er á liðnum.

 

Hesir banka uppá

KÍ hevur alt kappingarárið havt eini 6-10 leikarar, sum ikki hava verið tøkir av teimum 28, ið hava sáttmála. Sunnudagin eru hesir í øllum førum Sebastian John, Gaston Tellechea (leikbann), Robert Williams, René S. Joensen, John Ziska Joensen, Jóhan Josephsen og Patrik Johannesen og helst skal Odmar Færø leggjast afturat, meðan ivasamt er, um Hallur Hansson longu er klárur at spæla frá byrjan nú dysturin í gjár var hansara fyrsti í longri tíð.

Málverjin er ikki í sama mun trýstur kropsliga, so helst verða tað útileikarar, sum verða skiftir. Har eru Gilli R. Sørensen, Jákup N. Vilhelmsen, Daniel Johansen, Hampus Nesstrøm, Martin Gonzalez, Dávid Reynheim, Erlend Hustad og Filip Brattbakk leikarar, sum ikki spældu frá byrjan í gjár.

 

Skal finna javnvágina

Magnus Powell hevur sostatt eina stóra avgerð at taka undan dystinum. Hann skal finna javnvágina millum at vinna, sleppa undan skaðum og brúka hópin, ið eftir hendan dystin hevur í minsta lagi fimm sera krevjandi dystir á rað, har brúk verður fyri teimum bestu leikarunum hvønn dyst. Størri útskifting økir møguleikan fyri at seta stig til og minni útskifting økir møguleikan fyri skaðum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ