Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkreditt á 20 milliónir krónur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.06.2026 - 10:33 Tíðindi

Klaksvíkar Býráð fer á fundi í dag at viðgera eitt mál um at útvega kommununi ein rakstrarkreditt á 20 milliónir krónur orsakað av teprum gjaldføri

 

Sambært frágreiðing frá umsitingini er tørvur á eyka gjaldføri, meðan fleiri eykajáttanir eru til viðgerðar, og samstundis vísir gjøgnumgongd av roknskapinum fyri januar til apríl, at summi rakstrarstøð hava avbjóðingar við at halda játtanirnar.

Kommunan upplýsir, at um miðaltrekkið verður 5 milliónir krónur, fer hetta at kosta umleið 100.000 krónur í rentum.

Fíggjarnevndin samtykti á fundi 23. juni at taka undir við tilmælinum og mælir til, at umsitingin fær tilboð frá veitarum um kredittin.

Somuleiðis verður víst á, at um fleiri eykajáttanir verða samtyktar seinni í ár, kann tørvur verða á enn størri fígging.

Býráðsfundurin verður í Varpinum í dag kl. 17.30 og til ber at stroyma hann beinleiðis á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár