KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir stórdrama
(Dystarfrásøgn) KÍ stóð til at tapa samanlagt fleiri ferðir, men endaði við at liggja omaná.
Kvøldsins hálvfinala fer í søgubøkurnar sum ein tann mest hendingarríka í nógv ár í føroyskum fótbólti. KÍ hevði eina leiðslu á 4-2 undan dystinum og í fyrra hálvleiki var einki sum bendi á, at spenningur skuldi koma í. KÍ tóktist hava stýr á dystinum og Jonn Johannessen fekk ein risamøguleika beinanvegin í dystinum, men tók ikki av. NSÍ vildi einaferð hava brotsspark, men annars hótti NSÍ ikki stórvegis.
Í seinna hálvleiki kom NSÍ skjótt á odda. Viljormur Davidsen sendi hornaspark innfyri og inni í 5-metrinum slapp Petur Knudsen ótarnaður at skalla bóltin í málið. Eftir hetta høvdu bæðin liðini stórar málmøguleikar. Dómarin legði átta minuttir afturat og í 97. minutti skoraði Petur Knudsen eftir innlegg, sum Mark F. Jensen kom skeivt út til. KÍ fekk eitt síðsta fríspark og mong KÍ-viðhaldsfólk hildu, at Gilli R. Sørensen átti brotsspark í støðuni, men floytan tagdi.
Fýra mál í longdu leiktíðini
Longda leiktíðin bleiv óvanliga dramatisk. Jean Carlos gleið, og so fekk Aron Knudsen fríðan veg móti málinum og sendi innfyri til beiggjan Petur Knudsen, sum við hattriki legði NSÍ framum samanlagt. KÍ svaraði skjótt aftur og Páll A. Klettskarð skoraði eftir, at málverjin ikki helt skotinum frá Árna Frederiksberg. KÍ kom eisini á odda, tá 119 minuttir vóru leiktir. Langur bóltur inní feltið, har Hampus Nesstrøm sendi hann innfyri aftur, har Árni skeyt bóltin millum beinini á NSÍ-málverjanum. Tey sum hildu, at tað nú var liðugt, fóru skeiv. KÍ gav NSÍ tveir vandamiklar deyðbóltar og uppá tann seinna javnaði Daniel Obbekjær, sum altíð er sera vandamikil í slíkum støðum.
Mark gjørdist hetjan
Mark F. Jensen hevur síðstu tíðina havt eina gongd, har hann ikki sær ov gott út í málum, sum KÍ letur inn fyri síðani at hava dystaravgerandi bjargingar somu dystir. Og soleiðis var eisini í kvøld. Mark bjargaði tveimum brotsspørkum umframt, at eitt skot fór uppum. Tá bara ein KÍ-leikari brendi, so vann KÍ brotssparkskappingina og skal spæla finaluna um løgmanssteypið 5. september.
Ein minniligur dystur
Hetta gjørdist sostatt ein sera minniligur dystur. Eftir 120 minuttir stóð 4-2 eins og tað gjørdi í Klaksvík. NSÍ var samanlagt á odda eina løtu í longdu leiktíðini og í brotssparkskappingini, men KÍ legði ikki kongin og stóð at enda sum samanlagdur vinnari.